- Tíðindi, mentan og ítróttur
Frítíð og náttúra

Eftir at skúvoyingar ikki høvdu rænt lomvigaregg í 14 ár, gjørdu teir eina roynd aftur í 1987. Henda dagin, tá skúvoyingar fóru undir oynna at ræna við tveimum bátum, var Frítíð og náttúra við. Vit tosaðu við nakrar eldri skúvoyingar á bátinum, sum fylgdu við gongdini hjá teimum, sum vóru uppi í berginum og tóku egg. At ræna - ella taka egg - var vanligt, bæði til húsbrúk og at selja. Henda dagin í juni fyri 37 árum síðani, gjørdi Jóhann Mortensen eina reportasju. Dagin eftir rændu skúvoyingar oman eggja norðurin á Dal.

Frítíð og náttúra
Í Frítíð og náttúru eru vit til gongu á kendum og ókendum leiðum. Staðkend og kunnug fólk lýsa gøtur, støð, vøkstur, fyribrigdi, siðir og mangt annað í føroysku náttúruni. Serliga við atliti at frítíðarmøguleikum.
Men vit taka eisini upp støðuna hjá náttúruni og seta spurnartekin við, hvussu vit handfara ríku náttúru okkara.