- Tíðindi, mentan og ítróttur
Frítíð og náttúra

Túrur í Hesti og úti á Eggjum
31-07-2021
Vit ganga um Hælin og dvølja við gomlu toftirnar og bøin Úti á Hæli. Við Jógvani Joensen á Trøllanesi ganga vit túrin út á Eggjar
Á Eggjum er frálíkt útsýni. Fyri sunnan er Borgarin og har sæst inn í bergið. Niðan fyri er Kallsvík og á helluni niðan fyri stóð Kallurin í síni tíð. Í Hesti greiðir Jørmundur Zachariassen frá bøi og toftum Úti á Hæli og so gongur leiðin heim móti bygdini aftur.

Frítíð og náttúra
Í Frítíð og náttúru eru vit til gongu á kendum og ókendum leiðum. Staðkend og kunnug fólk lýsa gøtur, støð, vøkstur, fyribrigdi, siðir og mangt annað í føroysku náttúruni. Serliga við atliti at frítíðarmøguleikum.
Men vit taka eisini upp støðuna hjá náttúruni og seta spurnartekin við, hvussu vit handfara ríku náttúru okkara.
Savnssending frá 1997, tá Jóhann Mortensen og John Gaard, sum var ættaður úr Fámjin og búði í Vági, gingu túrin
14-09-2019
Gøtan Norður um Fjall gongur gjøgnum Myrkjanaroyrifestið ella hagan hjá Biskopsstøðgarðinum. Vit ganga túr saman við festaranum Archibald Black
31-08-2019
Ikki so galið við lundanum í Mykinesi í ár, heldur Jón Aldará. Hann hevur talt pisur, men hevur ikki samanborið við undanfarin ár enn
24-08-2019
Vit dvølja við Kirkjuvatn saman við Óla Erlingssyni. Kirkjuvatn hevði týdning fyri fámjiningar og var mett til eina mørk í jørð
17-08-2019
Saman við Óla Erlingssyni ganga vit úr bygdini og niðan á eitt tað vakrasta vatnið í Føroyum, Kirkjuvatn, í fyrsta parti eftir gøtuni
10-08-2019
Fyri einum 25 árum síðani fór grágásin aftur at verpa í Føroyum. Fyri at fáa vissu fyri, hvussu stórur stovnurin er, verða grágæs taldar hvørt ár
03-08-2019
Saman við Helga Wolles gongur "Fritíð og Náttúra" túrin eftir gomlu bygdagøtuni norður á Trøllanes
27-07-2019
Eftir gøtuni av Hellunum til Oyndarfjarðar, saman við Jústinusi Eidesgaard
13-07-2019
Vit ganga túrin gjøgnum líðina úr Elduvík til Oyndarfjarðar eftir bygdagøtuni saman við Jústinus Eidesgaard
06-07-2019
Summi verja náttúra, umhvørvi og fugl, men stundum má náttúran víkja.
24-09-2018








