- Tíðindi, mentan og ítróttur
Framburðsroyndir í einahandilstíðini

Handilsvirksemið hjá Niels Ryberg í Vágsbotni frá 1767 til 1788 gav føroyingum íblástur at royna nýggjar leiðir, m.a. Nólsoyar Pálli. Eisini onnur framburðsfólk lógu framvið, eitt nú Jóhan Hendrik Weyhe í Søldarfirði, sum varð settur fastur fyri at smugla vørur við egnum skipi. Tá Emilius Løbner gavst sum amtmaður, og Christian Ludvig Tillisch og síðan Frederik Feridinand Tillisch tóku við, komu frælslyntari menn í amtmansembætið.
Uni Arge skrivar og leggur til rættis eftir bókini ”Fiskivinnan sum broytingaramboð hjá amtmanninum” eftir Erling Isholm, doktara í søgu.
Høgni Fagraberg setti saman.

Framburðsroyndir í einahandilstíðini
Ljóðmyndarøð um strembanir í einahandilstíðini at menna Føroyar sum samfelag.
Uni Arge skrivar og leggur til rættis eftir bókini ”Fiskivinnan sum broytingaramboð hjá amtmanninum” eftir Erling Isholm, doktara í søgu.