- Tíðindi, mentan og ítróttur
Elians Sonur

Fyrsti partur av útvarpspentalogiini um lívssýn Ragnars Elianssonar í Sørvági er ein sangur um frælsi. Í sendingini dvølur Ragnar við hugtakið 'kvalifiseraðar meiningar.'
"Nú ið vit hava sýnað bilin við politiskum ella filosofiskum brillum, hava vit sæð, at her er nógv at vísa á. Harvið vil eg siga, at hesin el-bilurin er eitt sindur av einum trojanskum hesti."

Elians Sonur
Hetta er ein poddur. Í poddinum eru áskoðanir og meiningar um nógv ymisk viðurskifti. Hesar umboða sjónarmiðini hjá gestinum í poddinum.
Elians Sonur er ein røð í fimm pørtum. Ragnar W. Eliansson (1993) tosar úr tilveruligum og politiskum sjónarhorni. Høgni Mohr, rithøvundur, hevur lagt til rættis. Tøkningur er Rúni Eysturlíð