Ljósareyður oktober varpar ljós á bróstkrabba

Ljósareyður oktober varpar ljós á bróstkrabba
Í ljósareyða oktober verður sjóneykan sett á bróstkrabba, týdningin av at finna sjúkuna tíðliga og felagsskapin kring tey, sum verða rakt
 
05.10.2026 - 12:15

Ljósareyður oktober varpar ljós á bróstkrabba, og Krabbameinsfelagið skipar í hesum sambandi fyri tiltøkum kring landið við serligum denti á felagsskap og rørslu.

Ein týðandi liður í arbeiðinum móti bróstkrabba er at finna sjúkuna tíðliga. Kvinnur í Føroyum millum 50 og 69 ár fáa annaðhvørt ár tilboð um mammografiscreening. Við screeningini ber til at síggja broytingar í bróstinum, áðrenn kvinnan sjálv kann merkja tær.

Men bróstkrabbi rakar eisini yngri kvinnur.

Súsan Joensen var 39 ára gomul, tá hon í desember 2015 fekk staðfest bróstkrabba. Síðani hevur hon verið opin um sína sjúkugongd og bæði bloggað og hildið fyrilestrar um evnið.

Í desember eru 11 ár liðin, síðani hon fekk staðfest sjúkuna. Í dag er Súsan Joensen krabbafrí, men hon hevur framvegis valt at siga sína søgu fyri at varpa ljós á bróstkrabba.

Sí innslag í Degi og Viku:

Brostkrabbi_okt_2026

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 10. november
Áin (brot)
216037
Mánadag 9. november
Meðan dunnurnar eta breyð
216036
Mánadag 9. november
RagnarRokk: Morten Toft Hansen um Prisoner
215801
Mánadag 9. november
Møti hjá Brøðrasamkomuni við Tjarnir
216106
Sunnudag 8. november
Guðstænasta í Viðareiðis kirkju
216081
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 8. november
Bygdarlív 3 - Skálavík
216096
Sunnudag 8. november
Hondbóltur: Montenegro - F'øroyar
216095
Sunnudag 8. november
Møti hjá Heimamissiónini við Tjarnir
216089
Sunnudag 8. november
Andaktin við Anju Bjerkenes
216083