Vita ov lítið um ríkisfelagsskapin

Vita ov lítið um ríkisfelagsskapin
Síðani skúlaárið 2023/2024 hevur ríkisfelagsskapurin verið kravt tilfar í søgu í danska fólkaskúlanum
Fyrsta ríkisfelagsskapsvikan hjá donsku skúlunum verður í november næsta skúlaár.
 
16.09.2026 - 08:07

Danska stjórnin heldur, at børn og ung í Danmark vita ov lítið um ríkisfelagsskapin.

Hon hevur tí sett av pengar til tiltøk, sum skulu styrkja ta vitanina.

Fyrsta ríkisfelagsskapsvikan hjá donsku skúlunum verður í viku 46, hon er í november, næsta skúlaár.

 

Kravt tilfar

Síðani skúlaárið 2023/2024 hevur ríkisfelagsskapurin verið kravt tilfar í søgu í danska fólkaskúlanum.

Pengar eru eisini til, at Den Nordatlantiske Gymnasieklasse heldur fram.

Miðnám á Kambsdali er við har fyri Føroyar.

Og nú kunnu skúlaflokkar í Grønlandi og Føroyum eisini fáa pengar at ferðast fyri. 
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 6. oktober
Vitan
214348
Týsdag 6. oktober
Vitan
214349
Mánadag 5. oktober
RagnarRokk: Felix Heldt um Night is Calling
214012
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Týsdag 6. oktober
Veðrið
214392
Týsdag 6. oktober
Havið ímillum 1:2
214391
Týsdag 6. oktober
Fótbóltur: Kasakstan - Føroyar
214384
Týsdag 6. oktober
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
214342