Vísir atfinningum um ræðisrætt hjá festarum aftur

Vísir atfinningum um ræðisrætt hjá festarum aftur
Bjarni Kárason Petersen, løgtingsmaður, er ikki nøgdur við svar frá landsstýrismanninum í vinnumálum, men Jacob Vestergaard stendur við sítt
Jacob Vestergaard er landsstýrismaður í vinnumálum.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
16.09.2026 - 13:09

- Eg taki støði í tí veruleika sum er.

Tað sigur Jacob Vestergaard, landsstýrismaður í landbúnaðarmálum, sum vísir aftur atfinningunum frá Bjarna Kárason Petersen, í samband við grein 52-fyrispurning um, hvussu langt ræðisrætturin hjá festarum røkkur.

Hann sigur, at hann setti spurningin, tá tað frættist mann er farin at taka pengar fyri atgongd til Kirkjubømúrin og Ólavskirkjuna

Bjarni Kárason Petersen sigur seg ivast, um tað er umsitingin í Vinnumálaráðnum, ella ein uttanhýsis advokatur, sum hevur skrivað svarið til sín.

Jacob Vestergaard vil ikki siga, hvør hevur skrivað svarið, men sigur, at tað er hann, sum hevur ábyrgdina av svarinum. 

Ein onnur atfinning snúði seg um, hvørt festari er at meta sum eigari.

Jacob Vestergaard stendur við sítt.

Hoyr innslag í útvarpstíðindunum: 

 

16092026_Vestergaard

 

Sí eisini: Ivast um svarið er frá umsitingini ella uttanhýsis advokati

 

 

 


 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 17. oktober
Jambalaja - 171026
214942
Leygardag 17. oktober
Upp á tá - 161026
214940
Fríggjadag 16. oktober
Vikuskiftið 16 okt 2026
214929
Fríggjadag 16. oktober
LEITISSTEIN 16.10.2026 (Telemama)
214923
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 16. oktober
Veðrið
214926
Hósdag 15. oktober
Leivur vil liva
214858
Hósdag 15. oktober
Veðrið
214846
Mikudag 14. oktober
Svart gull (1:2)
50120
Týsdag 13. oktober
Úr savninum: Havið ímillum (2:2)
110938