Laksaútflutningurin vaksin eina milliard

Laksaútflutningurin vaksin eina milliard
Samlaði útflutningurin frá 1. august til 31. juli var tilsamans 14,5 milliardir krónur
 
16.09.2026 - 15:20

Stórur vøkstur er í føroyska útflutninginum. 

Farna árið, frá 1.august í fjør til 31. juli í ár, útflutti føroyskt vinnulív fyri knappar 14 og eina hálva milliard krónur.

Tað er heilar 1,8 milliardir krónur meira enn árið fyri.

Tað er serliga økti laksaútflutningurin, sum sæst aftur í útflutningstølunum. 

Farna árið hava Føroyar útflutt laks fyri 6,8 milliardir krónur. Tað er ein milliard meira enn árið fyri. Nøgdin fór úr 100.000 tonsum upp í 125.000 tons.

 

 

1,6 milliardir fyri tosk

Men eisini góða gongdin hjá botnfiskaflotanum sæst aftur í nýggjastu útflutningstølunum. 

Føroyar útfluttu tosk fyri 1,6 milliardir krónur farna árið, tað eru smáar 400 milliónir krónur meira enn árið fyri. Í nøgd fór toskaútflutningurin úr 18.000 upp í 20.000 tons. 

Í virði er toskur nú næststørsta, einstaka útflutningsvøra - størri enn makrelurin, sum Føroyar útfluttu fyri smáar 1,6 milliardir. Afturgongdin í makrel'útflutninginum er smáar 200 milliónir farna árið, sammett við árið fyri.

Samanlagt er føroyski útflutningurin, frá 1.august í fjør til 31.juli í ár, øktur 11,6 prosent í virði í mun til árið fyri. Men samlaðu nøgdirnar eru tó minni, smá 50.000 tons, svarandi til 7,8 prosent.

Tað eru serliga svartkjaftur og makrelur, sum vit útflyta minni av í nøgd.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 17. oktober
Jambalaja - 171026
214942
Leygardag 17. oktober
Upp á tá - 161026
214940
Fríggjadag 16. oktober
Vikuskiftið 16 okt 2026
214929
Fríggjadag 16. oktober
LEITISSTEIN 16.10.2026 (Telemama)
214923
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 16. oktober
Veðrið
214926
Hósdag 15. oktober
Leivur vil liva
214858
Hósdag 15. oktober
Veðrið
214846
Mikudag 14. oktober
Svart gull (1:2)
50120
Týsdag 13. oktober
Úr savninum: Havið ímillum (2:2)
110938