Flóttafólk fáa barnagjald og aðrar sømdir

Flóttafólk fáa barnagjald og aðrar sømdir
Flóttafólk úr Ukraina, sum eru einsamallir uppihaldarar, fáa skjótt barnagjald eins og føroyingar
 
16.09.2026 - 06:54

Flóttafólk úr Ukraina, sum eru einsamallir uppihaldarar, fáa skjótt barnagjald eins og føroyingar.

Uppskot er gjørt um at broyta kunngerðina um serreglur á almannaøkinum fyri burturriknar ukrainar.

Uppskotið ger tað eisini møguligt hjá Almannaverkinum at geva ukrainunum tilboð um ávís arbeiðsfremjandi tiltøk, eitt nú arbeiðsbúgving og virknisvenjing. 

Eisini fáa ukrainsk flóttafólk, sum búgva saman við øðrum enn sínari familju ella samlivara, fyribils uppihaldsveiting sum einsamallir. 

Og uppskot er um, at ukrainsk flóttafólk, sum fáa undirvísing í føroyskum sambært lógini um føroyskt sum annaðmál, hava rætt til fyribils uppihaldsveiting. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 6. oktober
Vitan
214348
Týsdag 6. oktober
Vitan
214349
Mánadag 5. oktober
RagnarRokk: Felix Heldt um Night is Calling
214012
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Týsdag 6. oktober
Veðrið
214392
Týsdag 6. oktober
Havið ímillum 1:2
214391
Týsdag 6. oktober
Fótbóltur: Kasakstan - Føroyar
214384
Týsdag 6. oktober
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
214342