Fara nú at heinta rusk við el-bilum

Fara nú at heinta rusk við el-bilum
1. oktober tekur smápartafelagið Landleiðin yvir ruskinnsavningina í Tórshavnar kommunu við el-riknum ruskbilum
Fyrstu el-riknu ruskbilarnir hjá Landleiðini eru komnir til landið.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
16.09.2026 - 18:00

1. oktober tekur smápartafelagið Landleiðin yvir ruskinnsavningina í Tórshavnar kommunu við el-riknum ruskbilum.

Teir fyrstu el-riknu ruskbilarnir eru komnir til landið, og hinir koma seinni í mánaðinum. Tilsamans vera sjey el-riknir bilar.

- Hetta er eitt av fyrstu stigunum at flyta tungu ferðsluna hjá kommununi yvir til varandi orku.

 


Elsa Berg, borgarstjóri, og Jón Thomasen, stjóri í smápartafelagnum Landleiðini ,skrivaðu undir sáttmálan um ruskkoyringina fyri einum lítlum ári síðani. (Mynd: Tórshavnar kommuna)

 

Tað segði Elsa Berg, borgarstjóri, tá hon skrivaði undir sáttmála við Jón Thomasen, stjóra í felagnum Landleiðini, um ruskinnsavningina í høvuðsstaðnum.

Ein treyt í sáttmálanum er, at ruskbilarnir skulu vera el-riknir.

Tilboðið at reka ruskinnsavningina er 13,6 milliónir krónur árliga.

Sáttmálin er galdandi í 12 ár. 

Hoyr innslag í útvarpstíðindunum: 

 

16092026_El-ruskbilar

 

 


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 17. oktober
Jambalaja - 171026
214942
Leygardag 17. oktober
Upp á tá - 161026
214940
Fríggjadag 16. oktober
Vikuskiftið 16 okt 2026
214929
Fríggjadag 16. oktober
LEITISSTEIN 16.10.2026 (Telemama)
214923
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 16. oktober
Veðrið
214926
Hósdag 15. oktober
Leivur vil liva
214858
Hósdag 15. oktober
Veðrið
214846
Mikudag 14. oktober
Svart gull (1:2)
50120
Týsdag 13. oktober
Úr savninum: Havið ímillum (2:2)
110938