Betri trygging 74 milliónir í avlopi fyrra hálvár

Betri trygging 74 milliónir í avlopi fyrra hálvár
Úrslitið er meira enn tvifalt so gott sum somu tíð í fjør, fyrst og fremst tí skaðarnir vóru færri
Fyrra hálvár hjá Betri trygging royndist væl.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
16.09.2026 - 14:45

Betri trygging hevði 74 milliónir krónur í avlopi eftir skatt fyrra hálvár í ár.

Tað er meira enn tvífalt so nógv sum fyrra hálvár í fjár, tá avlopið var 34 milliónir.

Orsøkin til úrslitið er fyrst og fremst færri og minni skaðar.

 

500 færri skaðar

Skaðarnir eru 500 færri í tali, og skaðaendurgjøldini kostaðu 74 milliónir krónur minni. Tey fóru úr 195 milliónum fyrra hálvár í fjør, niður í 121 milliónir fyrra hálvár í ár. 

Men inntøkurnar eru tær somu - 274 milliónir í ár móti 279 milliónum í fjør.

Samanumtikið var munurin millum tryggingarinntøkur og skaðaendurgjøld 153 milliónir fyrra hálvár í ár.

Fyrra hálvár í fjør var munurin 84 milliónir krónur.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 17. oktober
Jambalaja - 171026
214942
Leygardag 17. oktober
Upp á tá - 161026
214940
Fríggjadag 16. oktober
Vikuskiftið 16 okt 2026
214929
Fríggjadag 16. oktober
LEITISSTEIN 16.10.2026 (Telemama)
214923
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 16. oktober
Veðrið
214926
Hósdag 15. oktober
Leivur vil liva
214858
Hósdag 15. oktober
Veðrið
214846
Mikudag 14. oktober
Svart gull (1:2)
50120
Týsdag 13. oktober
Úr savninum: Havið ímillum (2:2)
110938