Uppritið kostaði 30.000 kr. - men tað kom ov seint

Uppritið kostaði 30.000 kr. - men tað kom ov seint
Málið er avgreitt, og tað einasta, Jacob Vestergaard nú kann gera, er at bíða eftir, at málið kemur aftur á borðið hjá sær
Jacob Vestergaard, landsstýrismaður í vinnumálum.
 
15.09.2026 - 09:34

Jacob Vestergaard, landsstýrismaður, og Vinnumálaráðið hava goldið Annfinni V. Hansen 30.000 krónur fyri eitt løgfrøðiligt upprit, sum sigur, at umsitingin tekur feil.

Men uppritið hjá Annfinni V. Hansen kom ov seint. 

Jacob Vestergaard vil verja rættindini hjá festaranum í Skálavík, og hann sendir eini tænastuboð til Búnaðarstovuna um at sleppa sær úr málinum alt fyri eitt. Men hansara egna umsiting er ósamd við landsstýrismannin, so hann verður noyddur at taka tænastuboðini aftur.  


Stendur við sítt

Men Jacob Vestergaard stendur við sítt og krevur at fáa eina uttanhýsis meting av málinum.

Annfinn V. Hansen er klárur, og beint fyri ólavsøku er niðurstøðan hjá Annfinni V. Hansen klár. Jacob Vestergaard hevur rætt, umsitingin hevur skeivt. Fakturin ljóðar upp á 24.000 krónur + mvg.

Nú skuldi man hildið, at Jacob Vestergaard fór beint í kríggj. Men nei, niðurstøðan hjá Anfinni V. Hansen kom ov seint hesa ferð.

Málið er avgreitt, og tað einasta, Jacob Vestergaard nú kann gera, er at bíða eftir, at málið kemur aftur á borðið hjá sær.

Sí innslag í Degi og Viku:

 

260914_DV_JACOB_ARNFINN

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 17. oktober
Jambalaja - 171026
214942
Leygardag 17. oktober
Upp á tá - 161026
214940
Fríggjadag 16. oktober
Vikuskiftið 16 okt 2026
214929
Fríggjadag 16. oktober
LEITISSTEIN 16.10.2026 (Telemama)
214923
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 16. oktober
Veðrið
214926
Hósdag 15. oktober
Leivur vil liva
214858
Hósdag 15. oktober
Veðrið
214846
Mikudag 14. oktober
Svart gull (1:2)
50120
Týsdag 13. oktober
Úr savninum: Havið ímillum (2:2)
110938