Heimsstjørna solistur til heystkonsertina hjá Føroya Symfoniorkestri

Heimsstjørna solistur til heystkonsertina hjá Føroya Symfoniorkestri
Týski violinleikarin Antje Weithaas, sum í 2025 fekk heiðurin sum besti instrumentalistur í Týsklandi frá ”OPUS Klassik”, verður solistur til heystkonsertirnar
 
15.09.2026 - 09:47

Konsertirnar verða í Norðurlandahúsinum og í Løkshøll ávikavist 26. og 27. september kl. 19.30. og kl. 16.00.

”At tað hevur eydnast at fáa Antje Weithaas at spæla við Symfoniorkestrinum er heilt fantastiskt. Tað er ikki á hvørjum degi, at vit fáa slíkar vitjanir. Catherine Larsen-Maguire kennir Antje, og gjøgnum Catherine hava vit fingið samband við hana. Antje Weithaas er av størstu tónleikaligu persónligheitunum í okkara tíð, og vit gleða okkum sera nógv at spæla saman við henni”, sigur orkesturstjórin Hans Petur í Brekkunum. 


Violinkonsert – Ludvig van Beethoven

Víðagitna violinkonsertin er einasta violinkonsert, Beethoven skrivaði. Violinleikarin Franz Clement frumframførdi konsertina í 1806. Frumframførslan eydnaðist ikki væl, og verkið varð ikki spælt aftur fyrr enn í 1844. Tá spældi bert 12 ára gamli evnaríki Joseph Joachim verkið saman við ”London Philharmonic Society” undir leiðslu av  Felix Mendelssohn.

Í dag er violinkonsertin víðagitin.


Symfoni nr. 60 – Joseph Haydn

Tónleikurin var upprunaliga skrivaður í 1774 til skemtileikin Le Distrait – gloymski maðurin eftir franska leikritahøvundin Jean-François Regnard.

Í 1775 umskrivaði Haydn tónleikin til symfoni nr. 60. Tað, ið millum annað er serstakt við verkinum, er, at tað er í seks satsum – ein symfoni hevur vanliga fýra satsir.


Sound and Fury – Anna Clyne

Verkið “Sound and Fury” hevur íblástur úr tveimum stórum verkum, Haydn symfoni nr. 60 og Macbeth hjá Shakespeare. “Scottish Chamber Orchestra”, ”Auditorium-Orchestre national de Lyon” og ”Hong Kong Sinfonietta” bíløgdu verkið í felag, og Scottish Chamber Orchestra frumframførdi verkið í 2019 í Edinburgh.

Anna Clyne er fødd í London í 1980. Hon var sjey ára gomul, tá ið hon skrivaði fyrsta verkið.

Hon hevur lisið tónleik á “University of Edinburgh” og á “Manhattan School of Music”.


Dirigentur: Catherine Larsen Maguire (UK)
Solistur: Antje Weithaas (DE)
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 17. oktober
Jambalaja - 171026
214942
Leygardag 17. oktober
Upp á tá - 161026
214940
Fríggjadag 16. oktober
Vikuskiftið 16 okt 2026
214929
Fríggjadag 16. oktober
LEITISSTEIN 16.10.2026 (Telemama)
214923
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 16. oktober
Veðrið
214926
Hósdag 15. oktober
Leivur vil liva
214858
Hósdag 15. oktober
Veðrið
214846
Mikudag 14. oktober
Svart gull (1:2)
50120
Týsdag 13. oktober
Úr savninum: Havið ímillum (2:2)
110938