Barsilsskipanin fær nýggja kt-skipan

Barsilsskipanin fær nýggja kt-skipan
Løgtingið hevur játtað 2,5 mió. kr. aftrat til at menna kt-skipanina hjá Barsilsskipanini
TAKS metir, at kt-skipanin kann takast í nýtslu 1. apríl 2027. (Savnsmynd)
 
14.09.2026 - 10:42

Í vár kemur nýggja kt-skipanin hjá Barsilsskipanini.

Løgtingið hevur játtað 2,5 mió. kr. aftrat til at menna kt-skipanina hjá Barsilsskipanini.

Í lógini frá 2024 eru 11 mió. kr.

Men brúk er fyri 13,5 milliónum, sigur landsstýrið.

 

Tikin í nýtslu 1. apríl

TAKS metir, at kt-skipanin kann takast í nýtslu 1. apríl 2027. Barsilsgrunnurin fíggjar menningina.

Endamálið er at fáa eina meira talgilda kt-skipan at umsita barsilsútgjaldið.

Nýggja kt-skipanin verður meira brúkaravinarlig, bæði hjá foreldrunum, arbeiðsgevarunum og hjá teimum, sum umsita skipanina.

Og kt-skipanin verður løtt at tillaga til væntaðar framtíðarbroytingar á barsilsøkinum.

Umframt hetta fær barsilsskipanin betri atgongd at dátum, so at til ber at gera betri og bíligari hagtalsgreiningar.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 17. oktober
Jambalaja - 171026
214942
Leygardag 17. oktober
Upp á tá - 161026
214940
Fríggjadag 16. oktober
Vikuskiftið 16 okt 2026
214929
Fríggjadag 16. oktober
LEITISSTEIN 16.10.2026 (Telemama)
214923
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 16. oktober
Veðrið
214926
Hósdag 15. oktober
Leivur vil liva
214858
Hósdag 15. oktober
Veðrið
214846
Mikudag 14. oktober
Svart gull (1:2)
50120
Týsdag 13. oktober
Úr savninum: Havið ímillum (2:2)
110938