Atlantsflog repar seglini á íslandsleiðini

Atlantsflog repar seglini á íslandsleiðini
Føroyska flogfelagið fer ikki at flúgva til Íslands eitt tíðarskeið í vetur. Grundarlag er ikki fyri rutuni, sigur stjórin.
 
13.09.2026 - 13:37

Atlantsflog tekur avleiðingarnar av kappingini við Icelandair og minkar munandi um flúgvingina til Íslands í vetur.

Tað sigur Jóhanna á Bergi, stjóri í felagnum, við Portalin.

Í løtuni flýgur Atlantsflog til og úr Íslandi tvær ferðir um vikuna, mánadag og fríggjadag.

Frá 23.oktober flýgur Atlantsflog ein túr til Íslands um vikuna - yvir til Íslands fríggjadag og aftur í Vágar mánadag.

Og frá hálvum desember til 19.mars verður als eingin flúgving til Íslands.

Tó ger Altantslog nakrar fáar túrar til Íslands, um mánaðarskiftið januar-februar næsta ár. 

-Vit eru noydd at taka atlit til veruleikan. Tá vit vóru einsamøll á marknaðinum loysti tað seg hjá okkum at flúgva til Íslands um veturin. Við kappingini frá Icelandair, ið brúkar smærri flogfør á turuni, loysir tað seg ikki hjá okkum at flúgva so ofta um veturin, sigur Jóhanna á Bergi við Portalin.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 17. oktober
Jambalaja - 171026
214942
Leygardag 17. oktober
Upp á tá - 161026
214940
Fríggjadag 16. oktober
Vikuskiftið 16 okt 2026
214929
Fríggjadag 16. oktober
LEITISSTEIN 16.10.2026 (Telemama)
214923
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 16. oktober
Veðrið
214926
Hósdag 15. oktober
Leivur vil liva
214858
Hósdag 15. oktober
Veðrið
214846
Mikudag 14. oktober
Svart gull (1:2)
50120
Týsdag 13. oktober
Úr savninum: Havið ímillum (2:2)
110938