Norðurljóð: Abbi Simon Kvamm er enn gøtumaður, og tað er rist í stein

Norðurljóð: Abbi Simon Kvamm er enn gøtumaður, og tað er rist í stein
Nýggja plátan hjá danska bólkinum Hugorm, "Hugget i sten", er ein persónlig, rá og nærmast blóðig útgáva, sigur Simon Kvamm, tá hann er gestur í Norðurljóði mánadagin kl. 15
Limirnir í Hugorm eru f.v.: Árni Bergmann, Simon Kvamm og Morten Gorm
Mynd: Emil Jakobsen  
 
12.09.2026 - 18:00

"Min farfar kom nordfra til København og så vestpå derfra," syngur Simon Kvamm í heitislagnum "Hugget i sten" á nýggju útgávuni hjá bólki hansara, Hugorm. 

Sangurin er eisini fyrsta skering á plátuni og setir harvið tónan fyri útgávuni, ið er ein útgáva, sum gongur Simon Kvamm, ið er uppvaksin í Silkeborg í Jútlandi, nær. 

Sangirnir eru persónligir, ráir og, um vit brúka orðini hjá Simon Kvamm sjálvum, "nærmast blóðugir." 

Hetta greiðir Simon Kvamm frá, tá ið hann er gestur í sendingini Norðurljóði mánadagin klokkan 15. 

 

Dugir tíverri ikki føroyskt

Undir øllum teimum stóru spurningunum um trúgv, arv, samleika, myndugleikar og samfelagið, vit eru vaksin upp í, liggur ein heilt persónligur spurningur: 

Hvaðani koma vit? Og hvat er tað, vit sjálvi borga fyri?

Abbi Simon Kvamm, Óli, var úr Norðragøtu, og eftirnavnið Kvamm hevur abbin tikið frá staðarnavninum Í Hvammi. Hvammur merkir lítil dalur, og hesin dalur liggur niðan móti Tyrils-fjalli oman fyri rundkoyringina í Gøtudali.  

"Nú var eg ikki nógv í Føroyum sum barn, og eg skilji ikki føroyskt, og eg dugi heldur ikki føroyskt, tíverri," staðfestir Simon Kvamm í samrøðu við Ragnar A. Jacobsen í Norðurljóði. 

"Men eg minnist sera væl abba mín, ið plagdi at siga søgur um huldufólk, sum búðu í stórum steinum í Føroyum. Eg trúði fult og fast øllum, ið hann fortaldi mær, og tað geri eg í ávísan mun enn," leggur Simon Kvamm læandi frá. 


Kvamm, eftirnavnið hjá Simon, stavar frá staðarnavninum Í Hvamm, sum liggur í Gøtudali (tilgjørd mynd frá Kortal.fo)

 

Serligt at spæla á G!

Simon Kvamm hevur ongantíð fjalt, at hann kennir eitt sterkt tilknýti til Føroyar við øllum teimum fyrivarnum, ið hann sjálvur nevnir omanfyri.

Hann mælti jú víðagitnu orðini: "Eg eiti Simon Kvamm, og abbi mín er gøtumaður," tá ið hann fyrstu ferð stóð á palli í Føroyum saman við Nephew á G! festivalinum í 2005. 

"Tað hevur kenst serligt at spælt á G! festivalinum, sum jú liggur í Gøtu, har abbi mín er frá, og søguna um mín uppruna vil eg gjarna geva mínum børnum."

 

Hugorm spælir útseldar konsertir

Hóast føroyingar flestir kenna Simon Kvamm frá sera væl umtókta nullarabólkinum Nephew, so er nýggi bólkur hansara, Hugorm, kanska vorðin líka væl umtóktur. Hinir í Hugorm eru Árni Bergmann og Morten Gorm.

Árni Bergmann hevur eisini eitt stuttligt føroyskt tilknýti, tí hann ljóðblandaði útgávuna "Meðan vit nærkast jørðini" hjá Enekk frá 2004. 

"Hugget i sten" er fjórða útgávan hjá Hugorm, ið hevur spælt útseldar konsertir í Royal Arena í Keypmannahavn og verið høvðusnavn á væl umtóktu Grøn-konsertunum í summar, umframt at bólkurin hevur verið at hoyrt á flest øllum stóru donsku festivalunum í summar.

Og atgongumerkini til konsertferðina hjá bólkinum fyrst í komandi ár gingu eisini sum heitt breyð. 

Men Simon Kvamm hevur bæði beinini á jørðini og fer ikki upp at flákra av góðu viðgongdini, sum tríbólkurin hevur haft seinastu tíðina, greiðir hann eisini frá í Norðurljóði mánadagin klokkan 15. 

Lurtið eftir Norðurljóði mánadagin klokkan 15. 

 

Hvat: Norðurljóð
Hvar: Í útvarpinum og á KVF Ljóð
Nær: Mánadagar kl. 15.05, og tá tað passar tær á KVF Ljóð
Gestur næstu ferð:
Simon Kvamm úr Hugorm

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 17. oktober
Jambalaja - 171026
214942
Leygardag 17. oktober
Upp á tá - 161026
214940
Fríggjadag 16. oktober
Vikuskiftið 16 okt 2026
214929
Fríggjadag 16. oktober
LEITISSTEIN 16.10.2026 (Telemama)
214923
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 16. oktober
Veðrið
214926
Hósdag 15. oktober
Leivur vil liva
214858
Hósdag 15. oktober
Veðrið
214846
Mikudag 14. oktober
Svart gull (1:2)
50120
Týsdag 13. oktober
Úr savninum: Havið ímillum (2:2)
110938