Brasilska forsetavalið: Mutur og hvítvask

Brasilska forsetavalið: Mutur og hvítvask
Forsetavalevnið í Brasil, Flavio Bolsonaro, er undir illgruna fyri at hava framt mutur og hvítvask
Flavio Bolsonaro er sonur fyrrverandi forsetan Jair Bolsonaro.
Mynd: Pilar Olivares/Reuters/Ritzau Scanpix  
 
12.09.2026 - 12:52

Forsetavalevnið í Brasil, Flavio Bolsonaro, er undir illgruna fyri at hava framt mutur og hvítvask.

Tað skrivar tíðindastovan Reuters.

Flavio Bolsonaro stillar upp, tá forsetaval verður í Brasil í næsta mánaði. Hann er sonur fyrrverandi forsetan Jair Bolsonaro.

Brasilski hægstirættur fór undir at kanna Flavio Bolsonaro í juli, sæst í rættarskjølum sum júst eru almannakunngjørd.

"Eg havi einki at fjala", sigur Flavio Bolsonaro við AFP-tíðindastovuna.

Hann er fremsti avbjóðari á høgraveinginum til sitandi forseta í Brasil, Luiz Inacio Lula da Silva.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 17. oktober
Jambalaja - 171026
214942
Leygardag 17. oktober
Upp á tá - 161026
214940
Fríggjadag 16. oktober
Vikuskiftið 16 okt 2026
214929
Fríggjadag 16. oktober
LEITISSTEIN 16.10.2026 (Telemama)
214923
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 16. oktober
Veðrið
214926
Hósdag 15. oktober
Leivur vil liva
214858
Hósdag 15. oktober
Veðrið
214846
Mikudag 14. oktober
Svart gull (1:2)
50120
Týsdag 13. oktober
Úr savninum: Havið ímillum (2:2)
110938