Karin Bech: Frá lívskreppu til skapanargleði

Karin Bech: Frá lívskreppu til skapanargleði
Fríggjamorgnar lata vit dyrnar upp í útvarpsstovuni og bjóða bólkum og einstaklingum á gátt at spæla livandi tónleik
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
11.09.2026 - 11:05

Eftir at hava verið í eini svárari lívskreppu kendi Karin Bech á sær, at hon hevði tørv á at seta orð á nøkur persónlig viðurskifti.

Burtur úr eru komnir nakrir inniligir og mangan melankolskir sangir.

Karin Bech skrivar um tað, sum byggir okkum upp og tað, ið brýtur okkum niður.

- Onkuntíð kunnu sangirnir siga okkurt, ið er trupult at lýsa við vanligum orðum.

Karin, ið er 43 ár, lýsir tó ikki sína persónligu søgu heilt nágreiniliga.

- Orðini leggja upp til, at lurtarin sjálvur kann finna sína søgu í tónleikinum.


Mynd: Bjarni Rubeksen

Í fjør flutti hon aftur til Føroya, eftir at hava búð í Danmark í 20 ár.

Í síðstu viku tók hon eitt stig, ið veruliga kravdi nakað av henni.

Karin gjørdi av at tekna seg til Open Mic tiltakið á Reinsarínum í Havn.


Mynd: Bjarni Rubeksen

Hon setti sær fyri at fara á pallin at framføra sín egna sang. Trubadururin fortaldi kortini ikki vinum og kenningum um hetta.

- Tað kendist onkursvegna tryggari, at syngja og spæla fyri fremmandum.

Framførslan gekk upp á stás. Afturmeldingarnar vóru stak góðar, og kenslan eftir spælingina var einastandandi.


Mynd: Bjarni Árting Rubeksen

Nú verður aftur eitt týðandi nýtt fet tikið í Studio 5.

Á skránni eru tveir persónligir sangir á enskum.

Tann triði er á føroyskum og er ein kærleikskvøða til Sandá.



Hvat: Beinleiðis úr Studio 5
Hvar: Í útvarpinum og á KVF Ljóð
Nær: Fríggjamorgun kl. 9.05 og tá tað passar tær á KVF Ljóð
Hesa ferð: Karin Bech


 
1831811


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 17. oktober
Jambalaja - 171026
214942
Leygardag 17. oktober
Upp á tá - 161026
214940
Fríggjadag 16. oktober
Vikuskiftið 16 okt 2026
214929
Fríggjadag 16. oktober
LEITISSTEIN 16.10.2026 (Telemama)
214923
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 16. oktober
Veðrið
214926
Hósdag 15. oktober
Leivur vil liva
214858
Hósdag 15. oktober
Veðrið
214846
Mikudag 14. oktober
Svart gull (1:2)
50120
Týsdag 13. oktober
Úr savninum: Havið ímillum (2:2)
110938