Kongalig, forsetar og kardinalur fara til jarðarferðina hjá Haraldi kongi

Kongalig, forsetar og kardinalur fara til jarðarferðina hjá Haraldi kongi
Gestir úr hópin av londum savnast í Oslo at siga Haraldi kongi V eitt seinasta farvæl
Kistan hjá Haraldi kongi varð fríggjakvøldið flutt í fylgi frá kapellinum við Ríkissjúkrahúsið gjøgnum Oslo og víðari til kongsslottið.
Mynd: Øivind Möller Bakken / Det kongelige hoff  
 
08.09.2026 - 17:28

Gestir úr fleiri londum koma til Oslo at fylgja Haraldi kongi V til gravar. Millum teirra eru kongalig, forsetar og umboð fyri pávan.

Úr Bretlandi koma William prinsur av Wales og Anne prinsessa. William prinsur umboðar bretska kongshúsið, meðan Anne prinsessa luttekur sum privatpersónur, tí hon er gumman hjá Hákuni kongi.

Fríðrikur kongur og Mary drotning úr Danmark verða eisini við. Tey skuldu eftir ætlan á statsvitjan í Belgia, men hon varð útsett. Tí hittast danska og belgiska kongaparið í staðin í Oslo. Margreta drotning skuldi eisini luttaka, men gav avboð, eftir at hon varð innløgd á sjúkrahús.

Kongalig umboð úr millum annað Svøríki, Spania, Niðurlondum, Jordan, Monako og Japan koma eisini til jarðarferðina.

Fleiri ríkisleiðarar verða við. Millum teirra eru forsetarnir úr Íslandi, Finnlandi, Týsklandi, Estlandi, Lettlandi, Litava, Póllandi, Írlandi, Albania, Slovenia og Kekkia.

Christophe Pierre kardinalur kemur vegna Leo páva, og sendiharrin hjá Vatikaninum í Noregi, Julio Murat, verður somuleiðis við.

Jarðarferðin kann síggjast í sjónvarpinum og verður eisini stroymd beinleiðis á kvf.fo.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 17. oktober
Jambalaja - 171026
214942
Leygardag 17. oktober
Upp á tá - 161026
214940
Fríggjadag 16. oktober
Vikuskiftið 16 okt 2026
214929
Fríggjadag 16. oktober
LEITISSTEIN 16.10.2026 (Telemama)
214923
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 16. oktober
Veðrið
214926
Hósdag 15. oktober
Leivur vil liva
214858
Hósdag 15. oktober
Veðrið
214846
Mikudag 14. oktober
Svart gull (1:2)
50120
Týsdag 13. oktober
Úr savninum: Havið ímillum (2:2)
110938