AfD fær ikki avgjørdan meiriluta

AfD fær ikki avgjørdan meiriluta
Alternative für Deutschland fekk umleið 44 prosent av kvøðunum í týska landspartinum Sachsen-Anhalt í gjár
Ulrich Siegmund er leiðari í AfD í Sachsen-Anhalt, sum vann stórsigur á valinum í gjár.
Mynd: Thilo Schmuelgen/Reuters/Ritzau Scanpix  
 
07.09.2026 - 07:56

Høgravendi flokkurin Alternative für Deutschland, AfD, gjørdist stóri vinnarin á týska landspartavalinum í Sachsen-Anhalt í gjár.

AfD fekk 43,8 prosent av atkvøðunum - meira enn tvífalt so nógv sum CDU, sum fekk 17,2 prosent. 

Hóast søguliga góða úrslitið, so fekk AfD tó ikki avgjørdan meiriluta, og tí er framvegis ógreitt, hvør fer at skipa stjórn í landspartinum.

Valúrslitið er samstundis eitt stórt afturstig fyri CDU, og tað kann eisini fáa avleiðingar fyri týska samveldiskanslaran, Friedrich Merz. 

Sambært Steen Nørskov, útsenda tíðindamann hjá DR í Týsklandi, so verður Friedrich Merz longu lagdur undir at eiga ein part av ábyrgdini av ósigrinum á valinum í gjár.

 

Sera víðgongdur flokkur

AfD er samstundis undir illgruna fyri at vera víðgongdur. Bæði týska fregnartænastan og myndugleikarnir í Sachsen-Anhalt meta flokkin sum víðgongdan og sum eina møguliga hóttan móti fólkaræðnum.

AfD vísir hesum aftur, og flokkurin hevur kært avgerðina. Málið verður nú viðgjørt í rættarskipanini.

Floksdeildin hjá AfD í Sachsen-Anhalt verður mett at vera millum tær mest víðgongdu í Týsklandi, og er undir støðugum eftirliti hjá fregnartænastunum.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 17. oktober
Jambalaja - 171026
214942
Leygardag 17. oktober
Upp á tá - 161026
214940
Fríggjadag 16. oktober
Vikuskiftið 16 okt 2026
214929
Fríggjadag 16. oktober
LEITISSTEIN 16.10.2026 (Telemama)
214923
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 16. oktober
Veðrið
214926
Hósdag 15. oktober
Leivur vil liva
214858
Hósdag 15. oktober
Veðrið
214846
Mikudag 14. oktober
Svart gull (1:2)
50120
Týsdag 13. oktober
Úr savninum: Havið ímillum (2:2)
110938