Eisini í Føroyum er vorðið heitari

Eisini í Føroyum er vorðið heitari
Tað er ikki bara um summarið, at tað er vorðið heitari, men alt árið, sigur Turið Laksá, veðurfrøðingur
Hóast vit ikki skulu vænta hitabylgju í Føroyum, staðfestir veðurfrøðingur, at tað er vorðið heitari í Føroyum, enn tað hevur verið.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
25.08.2026 - 13:40

Deyði, turkur og skógareldar eru nakrar av avleiðingunum av hitabylgjunum í Evropa í summar.

Og hóast vit ikki hava hitabylgjur í Føroyum, er eisini vorðið heitari í Føroyum, enn tað hevur verið. 

Tað sigur Turið Laksá, veðurfrøðingur á Veðurstovu Føroya. 

Hon sigur, at tað er vorðið heitari alt árið.

 


Turið Laksá. (Mynd: Bjarni Árting Rubeksen)

 

Í 2025 var meðalhitin 8,1 stig, og tað er 1,1 stig heitari enn í tíðarskeiðnum frá 1991 til 2020.

Hóast vit ikki skulu vera stúrin um hitabylgjur í Føroyum, eiga vit at hava í huga, at støðan í heiminum ikki so støðug, sum vit hava verið von við. 

 


Ragnheiður Bogadóttir.

 

Tað er millum annað galdandi, tá talan er um veðurlag og sambond millum lond, sigur Ragnheiður Bogadóttir,  lektari í samfelagsvísindum á Fróðskaparsetrinum.

Turið Laksá og Ragnheiður Bogadóttir vóru í Breddanum fyrrapartin.

Hoyr innslag í útvarpstíðindunum:

 

25082026_Heitari_i_FO

 

Allur Breddin kann hoyrast her.

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 17. oktober
Jambalaja - 171026
214942
Leygardag 17. oktober
Upp á tá - 161026
214940
Fríggjadag 16. oktober
Vikuskiftið 16 okt 2026
214929
Fríggjadag 16. oktober
LEITISSTEIN 16.10.2026 (Telemama)
214923
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 16. oktober
Veðrið
214926
Hósdag 15. oktober
Leivur vil liva
214858
Hósdag 15. oktober
Veðrið
214846
Mikudag 14. oktober
Svart gull (1:2)
50120
Týsdag 13. oktober
Úr savninum: Havið ímillum (2:2)
110938