"Birita" í uppskoti at fáa filmsvirðisløn Norðurlandaráðsins í ár

"Birita" í uppskoti at fáa filmsvirðisløn Norðurlandaráðsins í ár
Tilnevningin er við til at seta Føroyar og føroyska filmsmentan á breddan, sigur Búi Egason Dam, leikstjóri, sum eisini er sonur Biritu Mohr
Birita Mohr er leikari í heimildarfilminum, og sonurin, Búi, er leikstjóri.
 
24.08.2026 - 14:06

Heimildarfilmurin "Birita" er í uppskoti at fáa filmsvirðisløn Norðurlandaráðsins í ár.

Filmurin fylgir Biritu Mohr, sum hevur Alzheimers sjúku.

- Tilnevningin er við til at seta Føroyar og føroyska filmsmentan á breddan, sigur Búi Egason Dam, leikstjóri, sum eisini er sonur Biritu Mohr.

 

Rørandi og lýsandi

Føroyska nevndin hevur tilnevnt "Biritu" til Nordisk Råds Filmspris við tí grundgeving, at grundarlagið fyri filminum var so rørandi og lýsandi um lívið við Alzheimers sjúku, bæði sum sjúklingur og avvarðandi.

Samstundis sum Búi Egason Dam leikstjórnar leikin, noyðist hann at rættvísgera og grundgeva sínar ætlanir um at hava Biritu Mohr við sum leikari, tí tað vekirr ivamál um tey etisku viðurskiftini, tá ein við Alzheimers sjúku skal vera við í filminum. 

Hoyr innslag í útvarpstíðindunum:

 

24082026_Birita


Umframt føroyska heimildarfilmin "Birita" eru fimm spælifilmar úr Danmark, Finnlandi, Íslandi, Noregi og Svøríki í uppskoti til filmsvirðisløn Norðurlandaráðsins. Allir seks filmar verða sýndir á filmsfestivalinum í Haugesund í Noregi í morgin. 

Vinnarin verður avdúkaður 20. oktober. Virðislønin er 300.000 krónur.

Her sæst ein brellbitin úr filminum. 


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 17. oktober
Jambalaja - 171026
214942
Leygardag 17. oktober
Upp á tá - 161026
214940
Fríggjadag 16. oktober
Vikuskiftið 16 okt 2026
214929
Fríggjadag 16. oktober
LEITISSTEIN 16.10.2026 (Telemama)
214923
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 16. oktober
Veðrið
214926
Hósdag 15. oktober
Leivur vil liva
214858
Hósdag 15. oktober
Veðrið
214846
Mikudag 14. oktober
Svart gull (1:2)
50120
Týsdag 13. oktober
Úr savninum: Havið ímillum (2:2)
110938