Magnus Dahl aftur til heimbygdina at seta Ljósfestina

Magnus Dahl aftur til heimbygdina at seta Ljósfestina
Magnus Dahl, sum býr í Keypmannahavn, er abbasonur Petur Dahl, sum helt røðuna til fyrstu Ljósfestina í 1921, tá elverkið í Botni varð tikið í nýtslu.
Magnus Dahl, sum er útiseti, fegnast um at seta Ljósfestina í heimbygdini Vági.
 
13.08.2026 - 09:55

Um vikuskiftið verður Ljósfest, sum Vágs kommuna skipar fyri. 


Nógv tiltøk eru á skránni til stór og smá - eitt nú fleiri listaframsýningar, tónleikaframsførslur, sølutorg, ponyríðing, barnaundirhald við Trøllapæturi, stórt fýrverk, sum nýggjársnevndin skipar fyri, sunnudagsskúli og felagsmøti.

Hvørt ár verður ein persónur biðin um at seta Ljósfestina, og í ár er tað Magnus Dahl.

Magnus er ættaður úr Vági, og sonur Jákup og Edith Dahl. Abbi hansara, Petur Dahl, var sóknarstýrisformaður og ein av oddamonnunum aftanfyri elverkið í Botni. Hann helt eisini røðuna til fyrstu Ljósfestina tann 18. juli 1921, tá elverkið varð tikið í nýtslu.
Nú 105 ár seinni er tað also abbasonur hansara, Magnus Dahl, sum setur Ljósfestina í Vági, og hann fegnast um, sum útiseti at koma heim til heimbygdina at seta Ljósfestina:

- Tað er ein stórur heiður at vera biðin um at seta hetta góða tiltakið, sum hevur týdning fyri bygdina, og at varpa ljós á søguna um elverkið og orkuframleiðslu í Suðuroynni, sigur Magnus.
  
Magnus hevur búð í Danmark alt sítt vaksna lív. Hann tók útbúgving í sálar- og lívfrøði við Lærda háskúlan í Keypmannahavn, og starvaðist frá 1995 til 2020 sum lektari í sálarfrøði á Roskilde Universiteti. Har er hann enn virkin sum docent emeritus, og arbeiðir við einari verkætlan um menningina av djóralívinum frá minstu einkyknaðu organismunum til menniskja. Endamálið er at skilja hesa menningina við nýggjum tilgongdum.

Magnus Dahl hevur altíð hildið fast í sínum føroyska upphavi, og syngur við Húsakórinum í Keypmannahavn. Hann hevur eisini verið virkin í kappróðrarfelagnum Neystinum í Ishøj.

Lurta eftir prátinum við Magnus Dahl, sum var í sendingini Summarmorgun:
 

1826765

 

Til ber at síggja skránna til Ljósfestina á vagur.fo.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 17. september
Tí tú ert kvinna 2:3
213315
Mikudag 16. september
Mono - Gissur Patursson - 160926 - 2. sending
213360
Mikudag 16. september
Skratsj 16. septembur 2026
213358
Mikudag 16. september
Tí tú ert kvinna - longri samrøða
213205
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 15. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213311
Týsdag 15. september
Veðrið
213303
Týsdag 15. september
40 ár síðani fólkaatkvøðuna
213167
Mánadag 14. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
213232
Mánadag 14. september
Veðrið
213221