Mjørki: Lech Poznań sleppur ikki til Føroya í kvøld

Mjørki: Lech Poznań sleppur ikki til Føroya í kvøld
- Vit hava biðið teir komið tveir dagar frammanundan, men teir hava ikki lurtað, sigur Tummas Lervig, formaður í KÍ, nú leiguflogfarið hjá Lech Poznan ikki lendi vegna mjørka
Ein spælari hjá Lech Poznan bíðar á flogvøllinum í Poznan
Mynd: Facebook/Lech Poznan  
 
12.08.2026 - 19:23

Leiguflogfarið við Lech Poznań, sum skuldi lenda í Vágum seint seinnapartin, er avlýst vegna veður. Øll flogferðsla til og úr Vágum seinnapartin og í kvøld er avlýst vegna mjørka vesturi í Vágum.

Ætlanin er nú, at pólska liðið flýgur til Føroya í morgin árini. Lech Poznań skal eftir ætlan spæla Europa League-undankappingardyst móti KÍ á Tórsvølli í annaðkvøld.

– Vit hava biðið teir koma tveir dagar frammanundan, men teir hava ikki lurtað, sigur Tummas Lervig, formaður í KÍ.

Tummas_Lech_Poznan_1

 

Lech Poznań hevur sent KÍ fyrispurning um at útseta dystin ein dag. Men sambært KÍ-formanninum er tað ikki bara sum at siga tað, tí KÍ hevur eisini dystir í heimligu kappingini at taka atlit at.

Tummas_Lech_Poznan_2

 

Sambært UEFA-reglunum skal eitt útilið vera komið fram í seinasta lagi kvøldið fyri dystin. UEFA kann tó taka atlit at umstøðum, sum liðið ikki hevur ræði á, og kann broyta dystartíð ella dystardag, um tað verður neyðugt.

KÍ hevur enn ikki fingið boð frá UEFA um nakra broyting. Tekniskur fundur verður fyrrapartin í morgin, og tá kann støðan gerast greiðari.

Tummas_Lech_Poznan_3

 

Lech Poznań boðar sjálvt frá, at fráferðin til Føroya er útsett til klokkan átta í morgin árini, pólska tíð. Sum støðan er nú, verður dysturin framvegis spældur á Tórsvølli sum ætlað í annaðkvøld klokkan hálvgum sjey.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 17. september
Tí tú ert kvinna 2:3
213315
Mikudag 16. september
Mono - Gissur Patursson - 160926 - 2. sending
213360
Mikudag 16. september
Skratsj 16. septembur 2026
213358
Mikudag 16. september
Tí tú ert kvinna - longri samrøða
213205
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 15. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213311
Týsdag 15. september
Veðrið
213303
Týsdag 15. september
40 ár síðani fólkaatkvøðuna
213167
Mánadag 14. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
213232
Mánadag 14. september
Veðrið
213221