Ynskir sær Ingálvsstaðir í Havn

Ynskir sær Ingálvsstaðir í Havn
Í Reykjavík hava tey Kjarvalsstaðir eftir listamannin Kjarval. Í Havn átti Steinatún at verið gjørt til Ingálvsstaðir eftir Ingálv av Reyni, sum samstundis var ein býarmynd
Pál Weihe er næstformaður í Listafelagi Føroya
 
11.08.2026 - 12:21

Í Listafelag Føroya eru tey sera væl nøgd við stóru framsýningina Listating, sum var í Steinatúni í miðbýnum í Havn um ólavsøkuna og eina viku aftaná. Hon varð óvanliga væl vitjað.


Tað bar ikki til at hava ólavsøkuframsýningina sum vanligt uppi í Listaskálanum, tí skálin verður umbygdur. Við vælvild frá kommununi sluppu tey inn í Steinatún, sum er gamli Føroya Banki og sum Tórshavnar Kommuna nú eigur.


Pál Weihe, næstformaður í Listafelag Føroya, sigur, at tað gekk nógv betur, enn tey høvdu væntað og vónað. Óvanliga nógv fólk stukku inn á gólvið, og tey í Listafelagnum vóru sera væl nøgd við arbeiðið hjá Edvardi Fuglø at skipa framýningina, sum var í trimum hæddum í húsinum. Hvør hæddin hevði sín lit og tað vóru litirnir í føroyska flagginum.


-Endamálið var at byggja brýr, bæði millum aldursbólkarnar og millum listafólkini, sum hava verið í stríði. Tað eydnaðist, tí øll tey bodnu tóku av, sigur ein væl nøgdur Pál Weihe.


Ein partur av umsitingini hjá Tórshavnar Kommunu hevur verið í bygninginum, men tey fluttu út, tí hann lak og har var eisini blámusoppur. Kommunan, sum eigur Steinatún, hevur ikki tikið støðu til, hvat bygningurin skal brúkast til í framtíðini. Men tað er eingin ivi, hvat Pál Weihe heldur. Hann hevur eitt ítøkiligt uppskot.


-Í Reykjavík t.d. hava tey býarsavnið Kjarvalsstaðir, sum eitur eftir mæta listamanninum Jóhannesi S. Kjarval. Vit tilkomnu og eldru minnast øll okkara mæta listamann Ingálv av Reyni, sum gekk í havnargøtum og tók húgvuna av høvdinum fyri hvørjum menniskja hann møtti. Hann var ein býarmynd. Tað hevði verið virðiligt at havt Steinatún sum eitt listasavn fyri býin og kallað tað Ingálvsstaðir, sigur Pál Weihe.


Tú kanst hoyra samrøðuna við Pál Weihe her.

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 17. september
Tí tú ert kvinna 2:3
213315
Mikudag 16. september
Mono - Gissur Patursson - 160926 - 2. sending
213360
Mikudag 16. september
Skratsj 16. septembur 2026
213358
Mikudag 16. september
Tí tú ert kvinna - longri samrøða
213205
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 15. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213311
Týsdag 15. september
Veðrið
213303
Týsdag 15. september
40 ár síðani fólkaatkvøðuna
213167
Mánadag 14. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
213232
Mánadag 14. september
Veðrið
213221