Viðgera uppskot um hjálp til fíggjarliga sperd húski

Viðgera uppskot um hjálp til fíggjarliga sperd húski
Trivnaðarnevndin viðger uppskot um at hjálpa húskjum, sum eru hart rakt av høgu oljuprísunum. Landsstýrið arbeiðir í løtuni ikki við einum líknandi uppskoti
 
11.08.2026 - 19:04

Trivnaðarnevndin hjá løgtinginum viðger eitt uppskot frá Tjóðveldi og Sjálvstýrisflokkinum um at hjálpa fíggjarliga sperdum húskjum, sum eru rakt av høgum orkuprísum.

Uppskotið leggur upp til at hækka orkuískoytið umframt inntøku- og ognarmørkini í lógini um familjuískoyti. Endamálið er bæði at veita eina styrk í ár og at laga mørkini í lógini, so tey frameftir fylgja inntøku- og prísbroytingum.

Fleiri feløg og áhugabólkar hava verið í samráð við Trivnaðarnevndina í dag, eins og tvey landsstýrisfólk.

Grímur Sundstein, formaður í Trivnaðarnevndini, vil ikki siga, um samgongan fer at taka undir við uppskotinum. Hann sigur tó, at eftir hansara vitan arbeiðir landsstýrið ikki við einum líknandi uppskoti.

Hoyr innslag í útvarpstíðindunum:

Grimur_Sundstein_um_orkuiskoytisuppskotid

 

Kringvarpið hevur biðið Aksel V. Johannesen, landsstýrismann í fíggjarmálum, um viðmerking, men hann hevur ikki vent aftur upp á fyrispurningin.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 17. september
Tí tú ert kvinna 2:3
213315
Mikudag 16. september
Mono - Gissur Patursson - 160926 - 2. sending
213360
Mikudag 16. september
Skratsj 16. septembur 2026
213358
Mikudag 16. september
Tí tú ert kvinna - longri samrøða
213205
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 15. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213311
Týsdag 15. september
Veðrið
213303
Týsdag 15. september
40 ár síðani fólkaatkvøðuna
213167
Mánadag 14. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
213232
Mánadag 14. september
Veðrið
213221