Gevandi samstarv um ný-klassiskan tónleik

Gevandi samstarv um ný-klassiskan tónleik
Urd Johannesen og Kári Jacobsen hava aftur samstarva - hesa ferð um útgávuna "Hvørjum angar rúmdin av", har viðkendi sopranurin, Hanne Marit Mordal Iversen, syngur.
Urd Johannesen, Hanne Marit Mordal Iversen og Kári Jacobsen
 
10.08.2026 - 11:00

Afturvendandi og víðfevnda tónleikatiltakið "Summartónar" er enn. Konsertirnar byrjaðu 1. mai og eru heilt til 6. september, og í dag eru fleiri konsertir á skránni.

Ein teirrra er útgávukonsert av "Hvørjum angar rúmdin av", sum TUTL gav út í mai.

Tað eru Urd Johannesen og Kári Jacobsen, sum hava tikið stig verkætlanina. Tey bæði samstarvaðu eisini um útgávuna Rangvørg, sum kom út í 2023, har Birita Poulsen, sopranur, syngur. Rangvør vann eina FMA virðisløn fyri bestu kompositión.
Nú hava tey aftur funnið samstarvsstevið, og úrslitið er ný-klassiska útgávan "Hvørjum angar rúmdin av". Urd Johannesen hevur skrivað tekstirnar, og Kári Jacobsen hevur gjørt løgini.

Nýggja útgávan fevnir um fimm sangir við heitunum: "Onkustaðni millum hjartað og rødd", "Hví er rødd tín tagnað", "Hvørjum angar rúmdin av", "Úr luftini" og "Sólsetur á eygnabrá".

Tónleikastílurin flytir seg frá tí siðbundna til tað meiri eksperimenterandi, nútímans og óbundna úttrykkið. Tekstirnir fara í ymsar ættir; frá introvertum og ítøkiligum tankum um at missa ein av sínum kæru, til meira abstraktar hugaroyndir.

Urd og Kári hava fingið viðukenda føroyskt/norsku sopranin Hanne Marit Mordal Iversen at tulka og syngja teir fimm sangirnar:


- Tað hevur verið eitt spenanndi og gevandi samstarv, og vit vóru sera fegin um, at Hanne Marit játtaði at syngja á útgávuni, sigur Kári Jacobsen.

Tað er Finnur Hansen, sum hevur gjørt upptøkurnar til úgváuna, ljóðblanda og frumbanda, og Bárður Dahl Christiansen hevur gjørt permuna.

 

Útgávukonsert, Söderlind og Ravel
Í kvøld verður útgávukonsert kl. 20.30 í Finsen, har øll løgini verða framførd, og haraftrat framførir Hanne Marit nøkur verk saman við klaverleikaranum Damien Heemskerk seks onnur verk.  '3 songar til dikt av Åse Marie Nesse' eftir norska tónaskaldið Ragnar Söderlind og 'Trois poemes de Mallarmé' eftir franska Maurice Ravel.

Eisini verður okkurt at hoyra úr fyrru útgávuni hjá Kára Jacobsen og Urd Johannesen, 'Rangvørg'.

Lurta eftir samrøðuni við Urd, Kára og Hanne Marit, sum var í sendingini Summarmorgun.

 

1826281


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 17. september
Tí tú ert kvinna 2:3
213315
Mikudag 16. september
Mono - Gissur Patursson - 160926 - 2. sending
213360
Mikudag 16. september
Skratsj 16. septembur 2026
213358
Mikudag 16. september
Tí tú ert kvinna - longri samrøða
213205
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 15. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213311
Týsdag 15. september
Veðrið
213303
Týsdag 15. september
40 ár síðani fólkaatkvøðuna
213167
Mánadag 14. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
213232
Mánadag 14. september
Veðrið
213221