Fyrstu umvælingarnar á Hamragarði eftir 14 ár

Fyrstu umvælingarnar á Hamragarði eftir 14 ár
Ellis- og røktarheimið hevði álvarsligar manglar frá fyrsta degi, men semja um fíggingina dró út. Nú er umvælingararbeiðið loksins í gongd
 
07.08.2026 - 18:59

Fjórtan ár eftir, at fyrstu búfólkini fluttu inn á ellis- og røktarheimið Hamragarð í Vági, verður bygningurin loksins umvældur.

Longu tá heimið varð tikið í nýtslu, varð gjørt vart við fleiri álvarsligar manglar. Men arbeiðið dró út í fleiri ár, tí ósemja var millum landið og kommunurnar um, hvør skuldi rinda fyri umvælingarnar.

Ikki fyrr enn vindeygu fóru at detta úr bygninginum, og skaðarnir gjørdust sjónligir, varð semja gjørd um fíggingina. Endaliga avtalan varð, at landið rindar 75 prosent av kostnaðinum, meðan kommunurnar rinda 25 prosent.

Umvælingararbeiðið byrjaði í februar og er mett at kosta umleið 14 milliónir krónur. Eftir ætlan verður arbeiðið liðugt í oktober.

Bjarni Johansen, borgarstjóri í Vági og næstformaður í stýrinum fyri Bú- og heimatænastuna í Suðuroy, sigur, at Hamragarði var í ringum standi, tá arbeiðið fór í gongd.

Hoyr innslag í tíðindindunum á nátturða her:

Hamragardur_og_umvaeling

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 13. september
Guðstænasta í Dals kirkju
213163
Sunnudag 13. september
Bolero
213160
Sunnudag 13. september
Credo: Filosofiskur (1)
213158
Leygardag 12. september
23. Jambalaja - 120926
213152
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 13. september
Andaktin við Christiani Gabrielsen
213166
Sunnudag 13. september
Guðstænasta úr Dals kirkju
213161
Fríggjadag 11. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213145
Fríggjadag 11. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213091
Fríggjadag 11. september
Veðrið
213136