Volkswagen letur verksmiðjur aftur - 120.000 størv í vanda

Volkswagen letur verksmiðjur aftur - 120.000 størv í vanda
Framleiðslan verður skerd úr 10 milliónum niður í níggju milliónir bilar um árið
Umleið 120.000 størv í Volkswagen eru í vanda.
Mynd: Lisi Niesner/Reuters/Ritzau Scanpix  
 
10.07.2026 - 13:46

Týski bilframleiðarin Volkswagen er í álvarsligum trupulleikum. 

Leiðslan í fyritøkuni noyðist at lata fýra verksmiðjur, sum framleiða bilar, aftur, skrivar Spiegel.

Framleiðslan verður skerd úr 10 milliónum niður í níggju milliónir bilar um árið.

Umleið 120.000 størv eru í vanda, skrivar Bild. 

Viðskiftafólkini fáa eisini færri snið av Volkswagen at velja ímillum. Kanska minkar úrvalið upp í 75 prosent.

Orsøkin er m.a., at royndin hjá Volkswagen at koma inn á kinesiska marknaðin, er miseydnað. Sølan av evropiskum bilum sum heild í Kina er nógv minkað, og haraftrat er amerikanski tollurin hækkaður nógv.

- Tí taka vit hetta stigið, sigur Oliver Blume, forstjóri í Volkswagen. 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 11. august
Ung lesa 6.partur - Tóra
210833
Mánadag 10. august
Poppverturin 11
208465
Mánadag 10. august
Søgan um Johnny Cash 6. partur
211717
Mánadag 10. august
Fótbóltsprát
211715
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 7. august
Veðrið
211659
Mikudag 5. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211581
Týsdag 4. august
Veðrið
211558