Isak DM-gull og føroyskt met

Isak DM-gull og føroyskt met
Isak Brisenfeldt úr Havnar Svimmjifelag vann í gjár DM-gull í firvaldasvimjing á langgeil við flottum føroyskum meti
Mynd: Aalborg Svømmeklub  
 
10.07.2026 - 09:36

Isak Brisenfeldt gjørdist í gjár danskur meistari í 200 metur firvaldasvimjing á langgeil á meistarastevnuni í Herning.

Samstundis knústi hann sítt egna føroyska met á teininum.

Havnarmaðurin, sum er uppvaksin í Havnar Svimjifelag, umboðar í løtuni Aalborg Svømmeklub, har hann venur saman við m.a. Líggjasi Joensen.

SÍ EISINI: Føroyingarnir í Aalborg væl nøgdir

Isak Brisenfeldt svam teinin upp á 2:02.28. Tað er meir enn hálvtannað sekund skjótari enn gamla metið upp á 2:03.85, sum hann setti til Danish Open í fjør.

Hann skal royna seg í fleiri øðrum greinum næstu dagarnar. Í dag er 200 metur frísvimjing á skránni og leygardagin 100 metur frísvimjing.

Sunnudagin skal hann royna seg í 400 metur frísvimjing og 100 metur firvald, og helst verður hann partur av liðkappingunum hjá Aalborg Svømmeklub.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 11. august
Ung lesa 6.partur - Tóra
210833
Mánadag 10. august
Poppverturin 11
208465
Mánadag 10. august
Søgan um Johnny Cash 6. partur
211717
Mánadag 10. august
Fótbóltsprát
211715
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 7. august
Veðrið
211659
Mikudag 5. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211581
Týsdag 4. august
Veðrið
211558

Meira um sama evni