Hóast lógarkrav hava allar kommunur ikki sett integratiónssamskipara

Hóast lógarkrav hava allar kommunur ikki sett integratiónssamskipara
Í summum kommunum røkja verandi trivnaðarfólk eisini starvið sum integratiónssamskipari, men í norðurøkinum samstarva allar kommunurnar um integratiónssamskipara
Í Sunda kommunu røkir verandi trivnaðarfólk eisini starvið sum integratiónssamskipari.
 
10.07.2026 - 18:00

1. juli gjørdist tað eitt lógarkrav, at allar kommunur í landinum skulu hava integratiónssamskipara. 

Flestu kommunur hava sett integratiónssamskipara, meðan aðrar hava avgjørt at samstarva um ein. 

Men í Sands-, Nes-, Sjóvar-, Sunda- og Eiðis kommunu er eingin beinleiðis integratiónssamskipari settur enn. 

Í Nes kommunu hevur kommunustjórin, Elsbet Ellingsgaard Magnussen, í fyrstu atløgu átikið sær uppgávuna at vera integratiónssamskipari aftrat kommunustjórastarvinum. 

 


Sóley Sjúrðaberg er integratiónssamskipari í norðurøkinum. 

 

Í Sjóvar og Sunda kommunu røkja verandi trivnaðarfólk starvið sum integratiónssamskiparar. 

Á Eiði hava tey sett Paulu Bøgesvang, lærara, at vera tímaløntur integratiónssamskipari. 

Einasta stað í landinum, har eingin integratiónssamskipari er settur, er í Sandoynni, har arbeitt verður við málinum. 

Norðanfyri hava tær sjey kommunurnar valt at ganga saman um ein integratiónssamskipara. 

1. mai bleiv Sóley Sjúrðaberg sett sum integratiónssamskipari í Klaksvíkar-, Fuglafjarðar-, Eystur-, Kunoyar-, Hvannasunds-, Viðarreiðis- og Fuglaoyar kommunu. 

Hoyr samrøðu, sum Herbjørg H. Jøkladal gjørdi við Sóley Sjúrðaberg í útvarpstíðindunum:

 

10072026_Integrationssamskipari

 


 


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 10. august
Poppverturin 11
208465
Mánadag 10. august
Søgan um Johnny Cash 6. partur
211717
Mánadag 10. august
Fótbóltsprát
211715
Mánadag 10. august
RagnarRokk Adrian Tobar um Forever Feared
209150
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 7. august
Veðrið
211659
Mikudag 5. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211581
Týsdag 4. august
Veðrið
211558