Dómur um hvítvask er endaligur

Dómur um hvítvask er endaligur
Føroya rættur fríkendi eina kvinnu, og ákæruvaldið fer ikki víðari við málinum
Føroya rættur segði, at ákæruvaldið megnaði ikki at lyfta próvbyrðuna og fríkendi kvinnuna.
 
10.07.2026 - 12:20

Dómurin hjá Føroya rætti í einum máli um hvítvask er endaligur.

Ákæruvaldið fer ikki í Landsrælttin við honum.

Ein kvinna er fríkend fyri hvítvask. 

Kvinnan var í juni 2024 steðgað á flogvøllinum í Vágum.

Hon var á veg til Danmarkar og hevði 107.000 krónur uppi á sær, 47.000 krónur og 8.000 evrur.

Løgreglan helt uppá, at pengarnir vóru beinleiðis úrslit av ólógligum virksemi. 

Kvinnan noktaði seg seka.

Og Føroya rættur segði, at ákæruvaldið megnaði ikki at lyfta próvbyrðuna.

Kvinnan var tí fríkend.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 11. august
Ung lesa 6.partur - Tóra
210833
Mánadag 10. august
Poppverturin 11
208465
Mánadag 10. august
Søgan um Johnny Cash 6. partur
211717
Mánadag 10. august
Fótbóltsprát
211715
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 7. august
Veðrið
211659
Mikudag 5. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211581
Týsdag 4. august
Veðrið
211558