Seta mátitól upp í Sandoyartunlinum

Seta mátitól upp í Sandoyartunlinum
Tunnilsstjórin veit ikki at svara, hví tunniln aftur nú er so vátur og mjørkakendur at koyra í
Uni Danielsen, stjóri í tunnilsfelagnum, sigur, at mátitól skulu kanna vætuna í Sandoyartunlinum.
 
09.07.2026 - 13:24

- Vit fara at seta mátitól upp at kanna, hví Sandoyartunnilin viðhvørt er mjørkakendur og vátur. Vit vita ikki, hví hetta kemur fyri viðhvørt.

Tað sigur Uni Danielsen, stjóri í Tunnilsfelagnum.

Borgarstjórar í Sandoyar sýslu heita aftur á tunnilsfelagið um at fáa greiðu á, hvat bagir í Sandoyartunnlinum.

 


Vifturnar í Sandoyartunlinum mala regluliga.

 

Marjun Debes, borgarstjóri í Skopun, sigur, at tey kenna seg ikki trygg at koyra í tunnlinum.

Síðst í september í fjør var sami trupulleiki, og síðani hava vifturnar í tunlinum verið tendraðar, bæði morgun og kvøld, og tað vísti seg at hjálpa.

Vifturnar eru regluliga í gongd, men Uni Danielsen veit ikki at svara, hví tað aftur er mjørkakent í tunlinum nú.

Hoyr innslag í útvarpstíðindunum: 

 

09072026_Uni_og_Sandoyartunnil


 


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 11. august
Ung lesa 6.partur - Tóra
210833
Mánadag 10. august
Poppverturin 11
208465
Mánadag 10. august
Søgan um Johnny Cash 6. partur
211717
Mánadag 10. august
Fótbóltsprát
211715
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 7. august
Veðrið
211659
Mikudag 5. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211581
Týsdag 4. august
Veðrið
211558