LÍV søkir longu eftir nýggjum stjóra

LÍV søkir longu eftir nýggjum stjóra
Tryggingarfelagið LÍV gjørdi skjótt av, og søkir nú eftir stjóra fyri Jan Jakobsen, sum var koyrdur frá fyri minni enn tveimum vikum síðani
Umsóknarfreistin er 3. august.
 
09.07.2026 - 06:02

Tryggingarfelagið LÍV gjørdi skjótt av, og søkir nú eftir stjóra fyri Jan Jakobsen, sum var koyrdur frá fyri minni enn tveimum vikum síðani.

Ein høvuðsuppgáva hjá nýggja stjóranum verður at varðveita og menna fíggjarliga grundarlagið hjá felagnum.

Hann skal tryggja, at LÍV hevur eina væl skipaða umsiting, góðar arbeiðsgongdir og tænastur, sum svara til tørvin hjá viðskiftafólkum, fakfeløgum, arbeiðsgevarum og øðrum samstarvspørtum.

Stjórin skal eisini hava eyga fyri framtíðini.

Hann skal leiða menningina hjá felagnum á einum marknaði, har krøvini um ráðgeving, kundauppliving, talgildar loysnir, váðastýring, lógarfylgni og gjøgnumskygni støðugt vaksa.

LÍV hevur samstarv við ráðgevaravirkið Momentum í Danmark um setanartilgongdina.

Umsóknir skulu sendast hagar.

Umsóknarfreistin er 3. august.

Jan Jakobsen var stjóri í LÍV í 14 ár.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 11. august
Ung lesa 6.partur - Tóra
210833
Mánadag 10. august
Poppverturin 11
208465
Mánadag 10. august
Søgan um Johnny Cash 6. partur
211717
Mánadag 10. august
Fótbóltsprát
211715
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 7. august
Veðrið
211659
Mikudag 5. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211581
Týsdag 4. august
Veðrið
211558