Fjórðingsfinalur: Mbappé ímóti Hakimi í kvøld

Fjórðingsfinalur: Mbappé ímóti Hakimi í kvøld
Teir báðir fyrrverandi liðfelagarnir í Paris St. Germain eru størstu stjørnurnar hjá Fraklandi og Marokko, sum bresta saman í fyrstu HM-fjórðingsfinaluni í kvøld
Mynd: Charly Triballeau/AFP/Ritzau Scanpix  
 
09.07.2026 - 16:54

Kylian Mbappé og Frakland ímóti Achraf Hakimi og Marokko.

Teir báðir fyrrverandi liðfelagarnir í PSG eru størstu stjørnurnar á hvør sínum liði, tá fyrsta HM-fjórðingsfinalan verður í Massachusetts í kvøld.

Teir spældu saman frá 2021, tá Hakimi kom til franska høvuðsstaðin, til Mbappé fór úr PSG til Real Madrid í 2024, og gjørdust góðir vinmenn. 

Hakimi hittir eisini fleiri núverandi liðfelagar í dystinum í kvøld. Lucas Hernandez, Warren Zaïre-Emery, Ousmane Dembélé, Bradley Barcola og Désiré Doué spæla allir í franska høvuðsstaðarfelagnum í løtuni.

 


Achraf Hakimi er liðskipari og stóra stjørnan hjá Marokko, sum brestir saman við Fraklandi í HM-fjórðingsfinaluni í kvøld. (Mynd: Hannah Mckay/Reuters/Ritzau Scanpix)

 

Sterkt samband

Yvirhøvur er sambandið millum londini bæði sterkt. Marokko hevur seks spælarar í hópinum, sum er føddir í Fraklandi, og norðurafrikanska landið hevur yvirhøvur lagt seg eftir at yvirtala spælarar, sum kunnu umboða bæði londini, at velja Marokko.

Seinasta dømi er 18 ára gamli Lille-miðvallarin Ayyoub Bouaddi, sum veruliga hevur gjørt vart við seg hetta endaspælið. Um tað verður nóg mikið til at syfta fronsku favorittarnar verður sjón fyri søgn í kvøld klokkan 21.00.

Kringvarpið samsendir fjórðingsfinaluna frá klokkan 20.50.

 

Yvirlit: HM-fjórðingsfinalurnar

Hósdag 9. juli kl. 21.00: Frakland - Marokko
Fríggjadag 10. juli kl. 20: Spania - Beliga
Leygardag 11. juli kl. 22: Norra - England
Sunnunátt 12. juli kl. 02: Argentina - Sveis

 

 

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 10. august
Poppverturin 11
208465
Mánadag 10. august
Søgan um Johnny Cash 6. partur
211717
Mánadag 10. august
Fótbóltsprát
211715
Mánadag 10. august
RagnarRokk Adrian Tobar um Forever Feared
209150
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 7. august
Veðrið
211659
Mikudag 5. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211581
Týsdag 4. august
Veðrið
211558