U20-EM: Ætla sær meir enn bólkaspæl

U20-EM: Ætla sær meir enn bólkaspæl
U20-manslandsliðið í hondbólti ætlar sær víðari úr bólkaspælinum, har Føroyar møta Serbia, Turkalandi og Sveis í EM-endaspælinum í Rumenia
Mynd: EHF  
 
08.07.2026 - 14:56

Føroyska U20-manslandsliðið í hondbólti er í bólki saman við Serbia, Turkalandi og Sveis til EM-endaspælið í Rumenia.

Málið hjá Føroyum er at spæla seg víðari í kappingini, og tann royndin byrjar seinnapartin við dysti ímóti Serbia.

Hósdagin spæla Føroyar ímóti Turkalandi, og leygardagin er dysturin ímóti Sveis skránni.

Í minsta lagið vilja føroysku menninir enda millum 15 tey ovastu londini, tí so er plássið í HM-endaspælinum fyri U21-landslið næsta ár tryggjað, segði Jákup Egholm við portal.fo.

Portal.fo stroymir allar dystirnar hjá Føroyum.

 

Leikskráin:

Mikudagin 8. juli kl. 17:30
Serbia-Føroyar

Hósdagin 9. juli kl. 12:30
Føroyar-Turkaland

Leygardagin 11. juli kl. 17:30
Sveis-Føroyar

 

Føroyski hópurin:


Ingi Johannesen, Neistin
Bjarni Gunnarsson Jacobsen, VÍF
Magnus Árason, Mors-Thy Håndbold
Filip Haldansen, VÍF
William Napoleon Djurhuus, H71
Jákup Egholm, TMS Ringsted
Helgi Haldórsson Fossádal, H71
Torkil Debes Dahl, EB
Jógvan Andreas Lamhauge, Neistin
Julian Joensen, H71
Lýðar í Dímun, Neistin
Rúnar Hammer, Bjerringbro-Silkeborg
Fríði í Innistovu, VÍF
Erling Erlendsson, Kyndil
Pauli Hentze Rasmussen, TMS Ringsted
Jón Eyðunsson Midjord, Neistin

Venjarar: Scott Harrington og Kristinn Guðmundsson

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 10. august
Poppverturin 11
208465
Mánadag 10. august
Søgan um Johnny Cash 6. partur
211717
Mánadag 10. august
Fótbóltsprát
211715
Mánadag 10. august
RagnarRokk Adrian Tobar um Forever Feared
209150
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 7. august
Veðrið
211659
Mikudag 5. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211581
Týsdag 4. august
Veðrið
211558