Eiga framvegis at hava fiskidagar

Eiga framvegis at hava fiskidagar
Men ein eftirmeting av skipanini við fiskidøgum í bólki 5 er í gongd
Tá nógvur toskur er at fáa, fiskar bólkur 5 størsta partin.
 
08.07.2026 - 07:10

Bólkur 5, lítlu útróðrarbátarnir, eiga framvegis at vera í fiskidagaskipanini.

Men ein eftirmeting av skipanini við fiskidøgum í bólki 5 er í gongd.

Miðað verður eftir at menna eina skipan, sum tryggjar hóskandi fiskidagatal og forðar fyri, at ov nógvur smáfiskur kemur upp á land.

Bárður á Steig Nielsen, landsstýrismaður, hevur svarað Sámali Peturi í Grund, løgtingsmanni, um bólk 5 og fiskidagar.

Landsstýrismaðurin sigur, at bátarnir í bólki 5 avreiða meira av smærri fiski enn størru fiskiførini.

Tey fiskiárini, bólkur 5 er mest virkin, avreiðir hann meira tosk úr føroyskum sjógvi enn aðrir bólkar.

Hetta talar fyri, at bólkurin eigur at vera í fiskidagaskipanini, sigur Bárður á Steig Nielsen.

Ávirkanin ikki kannað

Tað er ikki kannað, hvørja ávirkan tað hevði havt á stovnar og heildarveiðu, um bólkur 5 ikki var í fiskidagaskipanini, sigur landsstýrismaðurin.

Nú fiskiskapurin er góður, og skipanin verður eftirmett, ætlar landsstýrismaðurin at lata fleiri dagar til bólk 5 í hesum árinum.

Hetta er seinasti grein 52a spurningur til landsstýrið í hesi tingsetuni.

Teir eru 138. Allir eru svaraðir.

Sambært tingskipanini kunnu grein 52a spurningar ikki setast millum jóansøku og ólavsøku.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 11. august
Ung lesa 6.partur - Tóra
210833
Mánadag 10. august
Poppverturin 11
208465
Mánadag 10. august
Søgan um Johnny Cash 6. partur
211717
Mánadag 10. august
Fótbóltsprát
211715
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 7. august
Veðrið
211659
Mikudag 5. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211581
Týsdag 4. august
Veðrið
211558