Tilfeingisgjøldini verða ikki broytt, men samgongan væntar størri inntøkur

Tilfeingisgjøldini verða ikki broytt, men samgongan væntar størri inntøkur
Nýggj kunngerð um veiðigjøld kemur í næstum
Uppsjóvarskipini hava fingið góðan prís fyri makrel og sild, og tað ger, at veiðigjaldið hækkar nógv.
Mynd: Sigmund av Teigum  
 
07.07.2026 - 08:20

Samgongan ætlar ikki at broyta tilfeingisgjøldini.

Men høgu prísirnir á makreli og svartkjafti gera, at veiðigjaldið hækkar nógv

Landið fær tí næsta árið størri part av virðinum í sín part. 

Nýggj kunngerð um veiðigjøld kemur í næstum.

Tað sigur Aksel V. Johannesen, landsstýrismaður, í svari til Sámal Petur í Grund, løgtingsmann.

Hann spurdi um skattin hjá lág- og miðalinntøkum og um landsstýrismaðurin hevur gjørt eina samlaða meting av, hvussu verandi skattaskipan ávirkar lág- og miðalinntøkur, og hvørjar avleiðingar hetta hevur fyri inntøkubýtið í samfelagnum.

Aksel V. Johannesen sigur, at í løtuni verður lóg gjørd, sum árliga javnar stigvaksandi skattastigan, so inntøkuskatturin hjá vanliga løntakaranum ikki veksur hvørt ár.

Hann vísir eisini til leigustuðulin, sum kemur í heyst. 
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 11. august
Ung lesa 6.partur - Tóra
210833
Mánadag 10. august
Poppverturin 11
208465
Mánadag 10. august
Søgan um Johnny Cash 6. partur
211717
Mánadag 10. august
Fótbóltsprát
211715
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 7. august
Veðrið
211659
Mikudag 5. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211581
Týsdag 4. august
Veðrið
211558