Heimsmeistarin víðari eftir stórdrama í Atlanta

Heimsmeistarin víðari eftir stórdrama í Atlanta
Egyptaland var á odda við tveimum og hevði fingið eitt mál kolldømt, og Lionel Messi hevði misnýtt brotsspark. Kortini eydnaðist Argentina at venda øllum og spæla seg víðari
Leingi sá út til, at Lionel Messi og Argentina skuldu veitra HM-endaspælinum farvæl, men síðstu minuttirnar vendi alt
Mynd: Brett Davis/Reuters/Ritzau Scanpix  
 
07.07.2026 - 20:48

Lionel Messi hevði tár í eygunum, tá hann takkaði viðhaldsfólkunum í Atlanta.

Ikki tí Argentina skuldi heim, men tí heimsmeistarin skuldi víðari.

Men tað kundi tað sama verið farvæl, tí Egyptaland var á odda við tveimum, til bert 11 minuttir vóru eftir av vanligu leiktíðini. 

 

Mál, kolldøming og eitt misnýtt Messi-brotsspark

Yasser Ibrahim stútaði egyptar framum, tá eitt korter var spælt, men nakrar fáar minuttir seinni fekk Argentina brotsspark. Hóast Messi hevði misnýtt úr ellivu metrum fyrr í kappingini, skuldi hann aftur skjóta, men úrslitið var hitt sama.

Eftir steðgin helt Mostafa Zaki Abdelraouf, at hann hevði økt til 2-0 eftir framúr skjótálop fram ígjøgnum høgru síðu, men málið var kolldømt og gleðin tikin frá egyptum, tí VAR sá eitt fríspark ímóti egyptum í hinum endanum av vøllinum. Løtu seinni eydnaðist kortini hjá Abdelraouf at skora eftir enn eitt frálíkt egyptiskt kontra, og so var 2-0.

 


Yasser Ibrahim stútar bóltin, og Emiliano Martínez kann bert hyggja at. Egyptaland var nær við at senda Argentina úr HM-kappingini. (Mynd: Omar Aziz/Reuters/Ritzau Scanpix)

 

Argentina vendi øllum

Norðurafrikanararnir tevjaðu nú fjórðingsfinaluna, meðan heimsmeistarin var á knøunum. La Albiceleste vildi kortini ikki geva skarvin yvir og fingu løn fyri stríðið.

Cristian Romero minkaði fyrst um munin við skallara, og í 83. minutti javnaði ein stálsettur Messi við frálíkum hálvfluktara. Áttanda málið hjá tíggjaranum í endaspælinum. 

Bæði liðini royndu at avgera dystin, og tá tveir minuttir vóru spældir av yvirtíðini, fekk Enzo Fernández høvdið á eitt innlegg, sum sendi argentinarar til himmals. Dreymurin teirra um enn eitt heimsmeistaraheiti var mestsum burtur, men livir nú aftur.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 11. august
Ung lesa 6.partur - Tóra
210833
Mánadag 10. august
Poppverturin 11
208465
Mánadag 10. august
Søgan um Johnny Cash 6. partur
211717
Mánadag 10. august
Fótbóltsprát
211715
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 7. august
Veðrið
211659
Mikudag 5. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211581
Týsdag 4. august
Veðrið
211558