Føroyskir uppspararar lítið váðafýsnir

bannari
Føroyskir uppspararar lítið váðafýsnir
Feløgini spyrja uppspararnar, hvussu stóran váða teir vilja hava. Og føroyskir uppspararar eru minni váðafýsnir enn danskir, og tí er avkastið minni enn í Danmark
 
05.07.2026 - 18:00

Føroysku eftirlønarfeløgini fáa av grovfíluni fyri at fáa alt ov lítið avkast frá íløgunum, tey gera vegna føroysku eftirlønaruppsparararnar. Í seinastuni er tað serliga LÍV, sum hevur staðið fyri skotum.

Feløgini sita tó ikki sjálv og gera íløgur í virðisbrøv vegna uppsparararnar. Tað hava tey professionell ognarumsitingarfeløg at gera fyri seg.

Og sambært Johnny í Grótinum, búskaparfrøðingini, er tað, í hvussu er lutvíst, uppspararunum sjálvum at takka, at avkastið er so lítið. Hann stiðjar seg millum annað upp at eini kanning, sum Tryggingareftirlitið í 2024 gjørdi um íløguavkastið hjá føroysku lívstryggingarfeløgunum og eftirlønargrunnunum. Kanningin vísti, at miðalavkastið hjá føroysku feløgunum tá var 3,2 prosent, ella minni enn helvtina av miðalavkastinum hjá donsku pensjónsfeløgunum, sum var 6,8 prosent.

Hoyr innslag úr Útvarpstíðindunum

1820898

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 11. august
Ung lesa 6.partur - Tóra
210833
Mánadag 10. august
Poppverturin 11
208465
Mánadag 10. august
Søgan um Johnny Cash 6. partur
211717
Mánadag 10. august
Fótbóltsprát
211715
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 7. august
Veðrið
211659
Mikudag 5. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211581
Týsdag 4. august
Veðrið
211558