Oljutrot í Russlandi

Oljutrot í Russlandi
Ukrainsku álopini á russisk oljureinsiverk merkjast nú
Vladimir Putin, forseti, helt røðu í Kreml í gjár
Mynd: Mikhail Metzel/AFP/Ritzau Scanpix  
 
29.06.2026 - 08:02

Tørvurin á brennievni ger, at kríggið av álvara er farið at merkjast í Russlandi.

Vladimir Putin, forseti, viðgekk í røðu í gjár, at støðan er trupul.

Eftir at ukrainsk álop í fleiri mánaðir, sum hava verið beinleiðis vend móti oljuídnaðinum, er tørvurin á brennievni nú stórur í Russlandi, skrivar danska kringvarpið.

 

Oljureinsingarstøð rakt

16. juni raktu ukrainsk álop størsta oljureinsiverkið í Russlandi, nærhendis Moskva. Hetta hevði við sær sera stórt oljutrot í Moskva

- Vit síggja trupulleikarnar, kennast við teir og bera okkum at hareftir, men vit noyðast eisini at ansa eftir trygdini hjá landi og fólki og at verja russisku landamørkini, segði Vladimir Putin í røðu síni í Kreml.

Hetta er fyrstu ferð, Putin hevur ásannað trupulleikarnar, sum ukrainsku álopini hava elvt til, sigur óhefti trygdarpolitiski greinarin, Jakob Kaarsbo, við danska kringvarpið.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 11. august
Ung lesa 6.partur - Tóra
210833
Mánadag 10. august
Poppverturin 11
208465
Mánadag 10. august
Søgan um Johnny Cash 6. partur
211717
Mánadag 10. august
Fótbóltsprát
211715
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 11. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211761
Týsdag 11. august
Veðrið
211744
Fríggjadag 7. august
Veðrið
211659