Russland fær bara 1500 tons av makreli í altjóða sjógvi

Russland fær bara 1500 tons av makreli í altjóða sjógvi
NEAFC hevur eisini samtykt, at russisk makrelskip skulu ongar sømdir fáa frá limalondunum, eitt nú bunkring og umskiping
Russland hevur av sínum eintingum givið sær 67.548 tons av makreli, men NEAFC hevur bara tillutað Russlandi 1500 tons. (Savnsmynd)
 
26.06.2026 - 08:27

NEAFC hevur avgjørt, at Russland bara skal fáa 1495 tons av makreli í altjóða sjógvi í ár.

Russland hevur av sínum eintingum givið sær 67.548 tons, 22,5 prosent, av tilmæltu heildarkvotuni.

Í NEAFC eru ES, Danmark fyri Føroyar og Grønland, Bretland, Noreg og Ísland.  

Uppskotið um lítlu russisku kvotuna kom frá ES.

 

Fáa ongar sømdir

NEAFC samtykti eisini, at russisk skip, sum fiska makrel, skulu ongar sømdir fáa frá limalondunum, eitt nú bunkring og umskiping.

ES, Bretland og Ísland ætla ikki, at hesi tiltøk bara skulu vera galdandi fyri altjóða sjógv.

Tey skulu eisini vera í teirra egna sjógvi.

Russland hevur mótmælt, men tiltøkini koma í gildi 28. august.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 11. august
Ung lesa 6.partur - Tóra
210833
Mánadag 10. august
Poppverturin 11
208465
Mánadag 10. august
Søgan um Johnny Cash 6. partur
211717
Mánadag 10. august
Fótbóltsprát
211715
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 7. august
Veðrið
211659
Mikudag 5. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211581
Týsdag 4. august
Veðrið
211558