Nýggi forstjórin: Sjúkrahúsini skulu knýtast tættari saman

Nýggi forstjórin: Sjúkrahúsini skulu knýtast tættari saman
Samansjóðingin av teimum trimum sjúkrahúsunum riggar, men uppgávubýtið millum sjúkrahúsini er avgerandi, sigur Per Busk, nýggjur forstjóri í Sjúkrahúsverkinum
Per Busk er nýggjur forstjóri í Sjúkrahúsverkinum og stjóri á Landssjúkrahúsinum.
 
24.06.2026 - 09:16

- Vit hava eitt sjúkrahúsverk, og tað snýr seg um framhaldandi at knýta tey trý sjúkrahúsini tættari saman.

Tað sigur Per Busk, sum er settur í starvið sum forstjóri í Sjúkrahúsverkinum og stjóri á Landssjúkrahúsinum.

Hann hevur verið virkandi forstjóri, síðan Steinar Eirikstoft gavst fyri góðum hálvum ári síðani.

Per Busk sigur, at samansjóðingin av teimum trimum sjúkrahúsunum riggar. Hann heldur ikki, at tað er nakað forgjørt í at hava trý sjúkrahús í Føroyum, men uppgávubýtið millum sjúkrahúsini er avgerandi.

Hoyr dagført innslag í útvarpstíðindunum:

 

24062026_Per_Busk

 

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 10. august
Poppverturin 11
208465
Mánadag 10. august
Søgan um Johnny Cash 6. partur
211717
Mánadag 10. august
Fótbóltsprát
211715
Mánadag 10. august
RagnarRokk Adrian Tobar um Forever Feared
209150
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 7. august
Veðrið
211659
Mikudag 5. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211581
Týsdag 4. august
Veðrið
211558