Álopið við Sandá: Landsrætturin staðfesti dómin í Føroya rætti

Álopið við Sandá: Landsrætturin staðfesti dómin í Føroya rætti
36 ára gamli maðurin er dømdur í trygdarvarðhald, og hann er vístur úr Føroyum med alla
Landsrætturin staðfesti dómin í Føroya rætti.
 
24.06.2026 - 13:04

Eitt samt nevningating og løgfrøðiligu dómararnir í Eystara landsrætti hava staðfest dómin í Føroya rætti í málinum móti einum 36 ára gomlum póllendingi um álop og neyðtøku á gøtuni við Sandá 28. apríl 2024.

Maðurin er dømdur í trygdarvarðhald - forvaring - og hann er vístur av landinum med alla. Maðurin skal sita í trygdarvarðhaldi í Danmark.

Hann er eisini dømdur at rinda kvinnuni endurgjald fyri tort og mista arbeiðsinntøku upp á góðar 200.000 kr. Haraftrat skal maðurin rinda sakarmálskostnaðin.

Tað tók nevningunum og løgfrøðiligu dómarunum 20 minuttir at staðfesta hørðu revsingina, sum Føroya rættur hevði dømt. 

Hoyr samrøðu við ákæran, Saruh Ann Bjarnadóttir Vinther, í útvarpstíðindunum. Hon er nøgd við dómin:

 

24062026_Sarah_Ann

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 11. august
Ung lesa 6.partur - Tóra
210833
Mánadag 10. august
Poppverturin 11
208465
Mánadag 10. august
Søgan um Johnny Cash 6. partur
211717
Mánadag 10. august
Fótbóltsprát
211715
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 7. august
Veðrið
211659
Mikudag 5. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211581
Týsdag 4. august
Veðrið
211558