Vatnorkuverk í Bø

Vatnorkuverk í Bø
Eitt lítið vatnorkuverk við Stórá í Bø hevur fingið umhvørvisgóðkenning
Bøur og Stórá.
 
23.06.2026 - 06:32

Eitt lítið vatnorkuverk við Stórá í Bø hevur fingið umhvørvisgóðkenning.

Umhvørvisstovan hevur góðkent umhvørvisárinsmetingina hjá Hera Guttesen.

Hon hevur verið til almenna hoyring.

Eingin viðmerking kom.

Verkið fer at brúka vatn úr Stórá til at gera streym og verður knýtt í elnetið hjá SEV. 

Sambært metingini kann verkið gera 400.000 kilowatttímar um árið.

Hetta ger, at útlátið minkar 250 tons um árið.

Alt vatnið ikki tikið

Sambært umhvørvisárinsmetingini verður einki vatn tikið til vatnmylluna, um renslið í ánni er minni enn 40 litrar um sekundið.

Í mesta lagi 77 litrar um sekundið vera tiknir, tá renslið er 117 litrar um sekundið ella meira enn tað.

Vatnið verður ført frá inntakinum til verkið við rørleiðing, sum er 760 metrar vestan fyri ánna.

Avgerðin um góðkenningina kann kærast til Kærustovnin. 

Kærufreistin er 13. juli.


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 11. august
Ung lesa 6.partur - Tóra
210833
Mánadag 10. august
Poppverturin 11
208465
Mánadag 10. august
Søgan um Johnny Cash 6. partur
211717
Mánadag 10. august
Fótbóltsprát
211715
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 7. august
Veðrið
211659
Mikudag 5. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211581
Týsdag 4. august
Veðrið
211558