Seks føroyingar í Champions League næsta kappingarár

Seks føroyingar í Champions League næsta kappingarár
Seks føroyskir hondbóltsspælarar- tríggir menn og tríggjar kvinnur - skulu spæla í Champions League næsta kappingarár
Súna Krossteig Hansen skal royna seg í Champions League í ár í nýggja felagið sínum Buducnost
Mynd: Kolektiff  
 
22.06.2026 - 11:18

Seks føroyskir hondbóltsspælarar skulu spæla um Champions League-steypið hjá EHF næsta ár. Tríggir menn og tríggjar kvinnur.

Hjá monnum er kappingin víðkað úr 16 liðum upp í 24, og hetta hevur millum annað við sær, at trý donsk lið eru við hesa ferð. Umframt meistaraliðið Aalborg vera bæði Skanderborg-Aarhus og GOG við, og tað merkir at Óli Mittún og Jóhan á Plógv Hansen vera at síggja í meistarakappingini næsta ár.

Tað verða Hákun West av Teigum og Füchse Berlin eisini. Føroyski vongurin hevur spælt í finaluni tvey ár á rað, men tíverri er tað ikki eydnast at vinna kappingina enn. Íslendska felagið Valur við Allani Norðberg og Bjarna í Selvindi søktu eisini um pláss, men fingu noktandi svar.

Fyrr hevur kappingin verið skipað við tveimum bólkum við átta liðum í hvørjum. Nú verða í staðin seks bólkar við fýra liðum í hvørjum.

 


Hákun West av Teigum hevur spælt í Champions League-finaluni seinastu tvey árini. Füchse Berlin fer ivaleyst at koma langt aftur næsta ár (Mynd: Füchse Berlin)

 

Tvær royna seg fyri fyrstu ferð

Hjá kvinnum skulu tveir landsliðsspælarar royna seg í Champions League fyri fyrstu ferð.

Talan er um Súnu Krossteig Hansen, sum skal spæla við montenegrinska liðnum Buducnost næsta kappingarár, og Maritu Mortensen, sum skiftir úr Høj til Nykøbing Falster í summar.

Harumframt verður landsliðsliðskiparin Pernille Brandenborg at síggja í meistarakappingini annað árið á rað. Í fjør umboðaði hon norska felagið Storhamar, men í ár er strikuspælarin í rumenska stórfelagnum CSM Bucuresti, sum rakk í hálvfinaluna í ár.

Lutakastið verðu 26. juni og kappingarnar byrja fyrst í september.

 


Pernille Brandenborg umboðaði norska felagið Storhamar í Champions League í fjør. Næsta kappingarár spælir hon í Bukarest (Mynd: Storhamar)
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 10. august
Poppverturin 11
208465
Mánadag 10. august
Søgan um Johnny Cash 6. partur
211717
Mánadag 10. august
Fótbóltsprát
211715
Mánadag 10. august
RagnarRokk Adrian Tobar um Forever Feared
209150
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 7. august
Veðrið
211659
Mikudag 5. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211581
Týsdag 4. august
Veðrið
211558