Eingin friður á Filmsfelagnum: No Rest for the Wicked fyrsti filmur í heyst

Eingin friður á Filmsfelagnum: No Rest for the Wicked fyrsti filmur í heyst
Danski-føroyski-ræðufilmurin "No Rest for the Wicked" verður fyrsti filmur á skránni, tá Filmsfelagið fer undir aftur filmssýningar í heyst. Filmurin er upptikin í Føroyum
 
22.06.2026 - 12:55

Mikukvøldið 2. september klokkan 20 fer Filmsfelagið undir aftur filmssýningar í Havnar bio, og tað verður ikki við mýkindum. 

Fyrsti filmur í heystskránni er nýggi danski-føroyski-ræðufilmurin "No Rest for the Wicked", við Pilou Asbæk og Egor Venned í høvuðsleiklutunum. 

Eiler Fagraklett fer at innleiða sýningina.

 

Byggir á søguna "Manor"

"No Rest for the Wicked" byggir á søgu hjá týska Karl Heinreich Ulrichs (1825-1895), sum undir heitinum "Manor" fer fram í Føroyum.

Eiler var talsmaður í LGBT+ Føroyum, sum í 2014 gav út týsku søguna "Manor" í føroyskari týðing hjá Hanusi Kamban.

Úr søguni, ið er frá 1885, hevur Rasmus Birch skrivað filmshandritið. 

 

Djúpar kenslur og ógvusligar hendingar

Vit eru í Føroyum í árinum 1862, har vit fáa innlit í gerandisdagin hjá Baldur (Egor Venned), sum er fiskimaður á bygd. Ein fremmandur maður kemur til bygda, og eftir hetta verður einki sum fyrr.

Hin fremmandi er danski hvalaveiðimaðurin Helgi (Pilou Asbæk), sum vekir nakað í føroyska Balduri. Sum frá líður taka djúpar kenslur seg upp, sum sjónliga spíra teirra millum.

Tá ein sorgarleikur syndrar sambandið, ið hevur verið teirra millum, elvir tað til ógvusligar hendingar. Ræðsla kemur á bygdafólkið, ið tekur seg saman at mana tað illa niður í jørðina.

Men Baldur og Helgi halda fast um kærleikan, sum er sprottin teirra millum. Teir stríðast til deyðan - og enn longur. 

 

SÍ EISINI: Upptøkur í Kunoy: "No Rest for the Wicked"

 

Annar filmurin hjá Kasper Kalle

"No Rest For the Wicked" er annar spælifilmur hjá danska leikstjóranum Kasper Kalle. Hin fyrsti var "Christian IV - Kongens sidste rejse" (2018). 

Leikarar eru Egor Venned, Pilou Asbæk, Sofia Nolsøe (Ásla), Kjartan Hansen (Súni), Jóhannes Haukur Jóhannesson (Jákup) og Brimheim.

Lars Bredo Rahbek hevur framleitt fyri fremsta filmsframleiðara í Norðurlondum, SF Studios, saman við Outlier Projects hjá Jón Hammer í Føroyum og íslendska Truenorth.

Charades í París stendur fyri altjóða søluni.

 

SÍ EISINI: Framleiða føroyskan film

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 17. oktober
Jambalaja - 171026
214942
Leygardag 17. oktober
Upp á tá - 161026
214940
Fríggjadag 16. oktober
Vikuskiftið 16 okt 2026
214929
Fríggjadag 16. oktober
LEITISSTEIN 16.10.2026 (Telemama)
214923
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 16. oktober
Veðrið
214926
Hósdag 15. oktober
Leivur vil liva
214858
Hósdag 15. oktober
Veðrið
214846
Mikudag 14. oktober
Svart gull (1:2)
50120
Týsdag 13. oktober
Úr savninum: Havið ímillum (2:2)
110938