Fjarskiftisupplýsingar skulu goymast í eitt ár

Fjarskiftisupplýsingar skulu goymast í eitt ár
Upplýsingarnar skulu kunna brúkast, tá revsiverd viðurskifti verða kannað
Endamálið við kunngerðini er at geva løgregluni eftirkanningaramboð, sum er av avgerandi týdningi fyri at kanna og rættarsøkja talgild lógarbrot. (Savnsmynd)
 
17.06.2026 - 11:44

Fjarskiftisfyritøkur í Føroyum fáa 1. mars næsta ár álagt at goyma fjarskiftisupplýsingar í eitt ár, so tær kunnu brúkast í sambandi við, at revsiverd viðurskifti vera kannað og rættarsøkt.  

Tað sigur rættargangslógin.

Danska kunngerðin um skráseting og goymslu er send til hoyringar í Føroyum.

Ásett er, at danski løgmálaráðharrin eftir samráðingar við landsstýrið kann áseta nærri reglur um skráseting og goymslu.

Endamálið er at geva løgregluni eftirkanningaramboð, sum er av avgerandi týdningi fyri at kanna og rættarsøkja talgild lógarbrot. 

Kunngerðin er ikki galdandi fyri at senda útvarp og sjónvarp. 

Og heldur ikki fyri lutafeløg, eigarafeløg, antennufeløg og onnur slík feløg, sum veita tænastur til færri enn 100 limir. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 11. august
Ung lesa 6.partur - Tóra
210833
Mánadag 10. august
Poppverturin 11
208465
Mánadag 10. august
Søgan um Johnny Cash 6. partur
211717
Mánadag 10. august
Fótbóltsprát
211715
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 7. august
Veðrið
211659
Mikudag 5. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211581
Týsdag 4. august
Veðrið
211558