Hákun í finaluni: Frá Sergey Hernandez til Emil Nielsen

Hákun í finaluni: Frá Sergey Hernandez til Emil Nielsen
Í gjár skoraði hann fimm av fimm ímóti Sergey Hernandez. Í dag skulu Hákun West av Teigum og Füchse Berlin royna seg ímóti Barcelona og Emili Nielsen í CL-finaluni
Mynd: Füchse Berlin  
 
14.06.2026 - 09:53

Í gjár skoraði Hákun West av Teigum mál ímóti Sergey Hernandez. Í dag eru Emil Nielsen og Barcelona á skránni í Champions League-finaluni.

Føroyingurin skoraði fimm mál upp á fimm málroyndir í hálvfinaluni ímóti Magdeburg. Fýra vóru av vonginum og eitt eftir skjótálop í dystinum, sum Füchse Berlin vann 40-35.

Í finaluni seinnapartin klokkan 17.00 verður Barcelona mótstøðulið í Lanxess-høllini í Køln, og danski landsliðsmálverjin Emil Nielsen stendur í málinum. Hann var ein av høvuðsgrundunum til, at Barcelona vann á Aalborg í seinnu hálvfinaluni í gjár við 16 bjargingum upp á 45 skot (35%).

 


Emil Nielsen bjargaði 14 ferðir ímóti Aalborg, sum mátti lúta fyri Barcelona í hálvfinaluni í Champions League í gjár (Mynd: Christopher Neundorf/EPA/Ritzau Scanpix)

 

Dysturin endaði annars 28-28, men í longdu leiktíðini vunnu spaniólar heili 9-3. Tað gevur teimum kjansin at vinna sítt 12. Champions League-steyp, meðan Hákun West av Teigum skulu royna at tryggja sær sítt fyrsta og við tí endaliga staðfesta sína støðu millum tey størstu í Evropa.

Føroyingurin skoraði sjey mál í finalutapinum fyri Magdeburg í fjør. Hetta kappingarárið hevur hann skotið 52 mál í kappingini og hevur skorað upp á 83% av sínum kjansum.

Eydnast tað at vinna, hevur Hákun West av Teigum vunni týsku steypakappingina, meistaraheitið og Champions League upp á trý kappingarár í týska høvuðsstaðnum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 13. september
Guðstænasta í Dals kirkju
213163
Sunnudag 13. september
Bolero
213160
Sunnudag 13. september
Credo: Filosofiskur (1)
213158
Leygardag 12. september
23. Jambalaja - 120926
213152
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 13. september
Andaktin við Christiani Gabrielsen
213166
Sunnudag 13. september
Guðstænasta úr Dals kirkju
213161
Fríggjadag 11. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213145
Fríggjadag 11. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213091
Fríggjadag 11. september
Veðrið
213136