- Tað er risastórt at spæla Final Four

- Tað er risastórt at spæla Final Four
Annað árið á rað skal Hákun West av Teigum spæla í Champions League Final Four við Füchse Berlin í Lanxess Arena í Køln. - Tað er risastórt, sigur landsliðsvongurin
Hákun West av Teigum eftir hálvfinalusigurin á Nantes í fjør. Í ár bíðar Magdeburg í finaluni
Mynd: Fuchse Berlin  
 
11.06.2026 - 18:15

Annað árið á rað skal føroyski hondbóltsspælarin Hákun West av Teigum royna seg í Champions League Final Four.

Leygardagin bresta Füchse Berlin og Magdeburg saman í fyrru hálvfinaluni í glæsiligastu kappingini hjá EHF, meðan Aalborg og Barcelona spæla tí seinnu í royndini at koma í finaluna sunnudagin.

 - Kappingarárið í hondbólti endar við Final Four, so tað er risastórt at sleppa at spæla har, sigur Hákun West av Teigum.

 - Ein rúgva av fólki koma at hyggja í Køln, men nógv fylgja eisini við heimanifrá, sigur vongurin, sum rakk finaluni við týska høvuðsstaðarfelagnum í fjør.

LES EISINI: Hákun gjørdi sítt

 

Magdeburg stór avbjóðing

Hann skeyt sjálvur sjey mál seinast, men Magdeburg var ov sterkt og vann 32-26. Hesa ferð skal Füchse Berlin vinna á harða kappingarneytanum fyri at koma í finaluna.

 - Magdeburg skal man helst vinna á fyri at vinna Champions League, so tað er ikki so farligt, um tad er í hálvfinaluni ella í finaluni, heldur Hákun West av Teigum, sum ikki ivast í, hvørjum Ómar Ingi Magnússon og hinir úr eysturtýska felagnum koma við.

 - Magdeburg er eitt sera sterk lið í spælinum mann ímóti manni, so tað snýr seg um at fyrireika seg væl til júst tað, sigur føroyingurin.

LES EISINI: - Hetta er øgiliga feitt

Hann hevur verið við til at tryggja Füchse Berlin týska meistaraheitið og steypakappingina, og tað einasta, sum nú manglar, er Champions League-gullið, men tað hugsar Hákun West av Teigum ikki um enn.

 - Vit hugsa ikki um vit skulu vinna kappingina ella ikki. Vit hava eina hálvfinalu at hugsa um; finaludagurin er langt úti í framtíðini enn.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 10. juli
Vikuskiftið 10. juli 2026
210790
Fríggjadag 10. juli
HM-tíðindi 10. juli 2026
210774
Fríggjadag 10. juli
RagnarRokk: Oskar Cedermalm um Masterflow
209119
Hósdag 9. juli
RagnarRokk 9.juli 2026
209721
Hósdag 9. juli
RagnarRokk: Mickey Dee um Lex Legion
209720
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 10. juli
Veðrið
210792
Týsdag 7. juli
Veðrið
210618
Leygardag 4. juli
Fjarðastevna 2026: 5mf kvinnur
210528
Leygardag 4. juli
Fjarðastevna 2026: 10mf
210525